Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jólahald í KBI – Ein hugnalig siðvenja heldur fram

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.12.2024 - 21:55 Mentan Vinna

Í morgin, mikudagin klokkan 15, verður árliga jólahaldið hjá KBI í Klingrugarði, har viðskiftafólk og samstarvsfelagar eru vælkomin til eina hugnaliga løtu.

 

 

Fyrireikingarnar vóru í hæddini í kvøld, tá vit komu á gátt. Ivan Isaksen stóð við grýtirnar og kókaði ræsta kjøtið, sum skal borðreiðast í morgin, meðan starvsfólk annars gjørdu alt klárt til gestirnar.

 

Stjórin í KBI, Rói Clementsen, sigur:

“Vit gleða okkum at savna viðskiftafólk og samstarvsfelagar aftur í ár. Vit hava lagt okkum eftir at gera eitt hugnaligt kvøld við góðum mati, undirhaldi og nógvum jólahugna.”

Til tess at seta tann rætta jólastemningin verður tónleikur við vælumtókta Steintóri Rasmussen. Eisini fer Hans Hjalti Skaale at tryggja, at gestirnir fáa eina serliga løtu við undirhaldi og sangi. Tann tiltikna spurnarkappingin, ið Kristian Joensen skipar fyri, verður sjálvandi aftur á skránni.

Omaná ræsta kjøtið verður rísalamang, og hvør veit, kanska er ein mandla at finna, sigur Rói smílandi.

 

Ein siðvenja, sum savnar fólk

Jólahaldið hjá KBI er ein gomul siðvenja, sum bæði starvsfólk og viðskiftafólk gleða seg til hvørt ár. Tað er ein møguleiki at savnast, hugna sær saman og ynskja hvør øðrum eini gleðilig jól. “Vit leggja stóran dent á, at KBI skal vera eitt stað, har fólk kenna seg væl, og hetta kvøldið vísir tað seg veruliga,” sigur Rói.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ eigur 8 av 20 á kvinnu­landsliðnum
VÍF dróg longra stráið
Lions Club Eysturoy/­Klaksvík stuðlar Hu…
KÍ fær vitjan av Víkingi mikukvøldið
Daniel berg Hestad hevur fingið nýggjan…
Business-line: 150 nýggir roknskapir í…
Stuðuls­møguleikar í ferðavinnuni
Video: Klaksvíkar kommuna 85 ár
Stjørnan tekur ímoti VÍF í kvøld
Torradagar í Smæruni
Kaðalslit á vestara armi í Klaksvík
Beinir setir gongd á pallin á sandinum
Trojanskur skatta­politikkur
Búnaðarstevnan fyri 10. ferð
Løgmaður: - Vit mugu gerast eitt sjálvst…
Myndarøð: Silva Cup 2025
Løgmaður: - Tað verða broytingar í sjófe…
Komi við! HR-løgfrøði 1 – 3 byrjar 14.fe…
Føroyingar í Norsku Sjóbjarg­ingar­tænastu…
So javnt millum føroyingar Føroyar