Lýsing
Lýsing
Lýsing

Holini fáa stóran týdning fyri fólkið og vinnulívið

SKRIVAÐ: Føroyska Sjómansmissiónin  |  19.12.2024 - 17:23 Tíðindi Vinna

-Hetta verður ein stór og góð broyting. Nú kunnu vit landa í Norðdepli ella í Hvannasundi og stórir bilar sleppa eftir fiskinum. Tað verður gott, sigur Gundur.

 

Í dag, 19. desembur lótu nýggju bergholini “norð um fjall” á Borðoynni alment upp. Áðrenn hátíðarhaldið, var møguligt hjá fólkið at ganga, renna ella súkkla gjøgnum tunlarnar.

Ein teirra sum gekk var útróðrarmaðurin Gundur Sørensen, skipari á línubátinum Anru, sum hoyrir heima í Hvannasundi.
Sjómanstrúboðarin hitti hann á ferðini, og fekk eitt prát við hann. Gundur segði millum annað:

-Gomlu tunlarnir hava síðstu árini avmarkað bæði fólkalívið og vinnulívið her norðuri. Fleiri fólk hava ikki hætta sær at koyrt gjøgnum tunlarnar og so hevur vinnulívið havt stórar avbjóðingar, tí stórir lastbilar og onnur stór arbeiðstól ikki eru sloppin gjøgnum teir.

-Hetta verður ein stór og góð broyting. Nú kunnu vit landa í Norðdepli ella í Hvannasundi og stórir bilar sleppa eftir fiskinum. Tað verður gott, sigur hann.

-Hvannasund og Norðdepil liggja væl fyri til róður út á Norðhavið. Tá er væl styttri inn higar enn til dømis at sigla til Klaksvíkar, sigur Gundur.

Uppá fyrispurning um hvussu árið hevur hilnast, svarar hann.

-Tað er brúkiligt. Vit hava avreitt fyri umleið tíggju milliónir krónur. Veðrið hevur verið sera ólagaligt, so tað hevur avmarkað okkum nakað. Vit hava verið fimm túrar í Íslandi og teir vóru brúkiligir, hóast veðrið í Íslandi eisini hevur verið ilsligt, sigur Gundur.

Tá Gundur verður spurdur um útlitini fyri fiskiskapinum komandi árið, svarar hann:

-Eg veit ikki hvat eg skal siga. Útlitini eru rímulig, og so hava vit nóg mikið at fiskidøgum. Samstundis má eg siga, at eg skilji ikki myndugleikarnar, sum nú aftur vilja skerja fiskidagarnar við tíggju %. Trýstið á fiskastovnin er lítið, tí fiskiflotin er nógv minkaður. Ringa veðrið er ein stórur “friðari” av landgrunninum, so lat flotan hava teir dagar vit hava, sigur Gundur Sørensen.

Føroya fólkið verður ynskt tillukku við tunlunum og Guds signing!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ eigur 8 av 20 á kvinnu­landsliðnum
VÍF dróg longra stráið
Lions Club Eysturoy/­Klaksvík stuðlar Hu…
KÍ fær vitjan av Víkingi mikukvøldið
Daniel berg Hestad hevur fingið nýggjan…
Business-line: 150 nýggir roknskapir í…
Stuðuls­møguleikar í ferðavinnuni
Video: Klaksvíkar kommuna 85 ár
Stjørnan tekur ímoti VÍF í kvøld
Torradagar í Smæruni
Kaðalslit á vestara armi í Klaksvík
Beinir setir gongd á pallin á sandinum
Trojanskur skatta­politikkur
Búnaðarstevnan fyri 10. ferð
Løgmaður: - Vit mugu gerast eitt sjálvst…
Myndarøð: Silva Cup 2025
Løgmaður: - Tað verða broytingar í sjófe…
Komi við! HR-løgfrøði 1 – 3 byrjar 14.fe…
Føroyingar í Norsku Sjóbjarg­ingar­tænastu…
So javnt millum føroyingar Føroyar