Árnafjørður er eitt altjóða eindømi
segði Marjun Weihe Thomassen, stjóri á Landsverk millm annað tá nýggju tunlarnir norður um Fjall vóru tiknir í nýtslu í dag. Vit prenta røðu hennara.
Góðu til øll
Hjartaliga tillukku við nýggju tunlunum. At síggja so nógv samlaði her í dag, vísir hvussu stóran týdning hetta hevur í økinum.
Sigast kann ikki annað enn, at hetta er ein samfelagslig íløga, sum var tiltrongd. 60 ára gomlu tunlarnir hava tænt fyri seg. Við nýggju tunlunum verður tað tryggari, lættari og skjótari at koma aftur og fram, og tað fer vónandi vit eisini at merkjast í gerandisdegnum og menning av økinum sum heild.
Tunnilsverkætlanin er gingin væl og tað fegnast vil øll um. Ein serlig tøkk til Articon, sum hevur verið høvuðsarbeiðstakari á tunlunum. Eisini ein tøkk til El-service og tøkk til LBF, sum hevur verið høvuðsráðgevi hjá LV.
Tunnilsarbeiði er nakað serligt. Arbeiðsumstøðurnar eru til tíðir avbjóðandi, har tað kunnu uppstanda óvæntaðar og eisini vandamiklar støður. Tað eru tí ikki bert teknisku førleikarnir, sum bera slíka verkætlan trygt og væl á mál, men so sanniliga eisini greiðar arbeiðsgongdir og gott samstarv millum tey sum eru partur av arbeiðinum.
Eg fari tí at takka Articon og tykkum, sum hava arbeitt í tunlunum, fyri at hava tikið trygdina í stórsta álvara og at til, sum hava arbeitt í tunlunum, hava ansa væl eftir hvørjum øðrum, so vit stórt sæð eru sloppin undan arbeiðsólukkum, meðan arbeiðið hevur staðið á.
Tað hevur verið eitt stórt ynski frá øllum pørtum, at fáa tunlarnar lidnar til jóla og tað hevur verið lagt ein nógv orka í at fáa hetta í lag. Týskvøldið var so ein sera væl eydna venjing í Árnafjarðartunlinum og í gjár blivu tunlarnir so góðkendir til almenna ferðslu. Vegna LV vil eg takka tykkum øllum, sum vóru við í venjingini og til tykkum um hava tikið eitt eyka tak fyri at náa knøppu tíðarfreistini.
Eg fari at runda av.
Tá fremmandafólk spyrja, hvar í FO tey skulu fara, plagi eg altíð at svara, at tað er so vakurt norðanfyri. Næstu ferð, fari eg at svara tað sama. Tí nú verður tað bæði lættari og tryggari at koma fram. MEN eg fari eisini at biðja tey steðga á í Árnafirði. Ein vøkur bygd, við áleið 64 íbúgvum, og sum nakað heilt serligt – sum helst er eitt altjóða eindømi- hevur ikki minni enn 4 tunlar.
Enn einaferð hjartaliga tillukku við tunlunum, og blíðan byr framyvir
Við hesum orðunum fari eg at ynskja tykkum eini gleðilig jól