Lýsing
Lýsing
Lýsing

Arbeiðið við at fyrireika universitetssjúkrahús heldur fram í 2025

SKRIVAÐ: Heilsumálaráðið  |  27.12.2024 - 17:00 Tíðindaskriv

Játtanin til universitetssjúkrahúsið er hækkað við 1 mió. kr. í 2025, og arbeiðið við at skipa universitetssjúkrahúsið í Føroyum heldur fram.

 

Seinasta árið hevur verið arbeitt við at fyrireika Sjúkrahúsverkið til at gerast universitetssjúkrahús. Heilsugranskingareindin er styrkt, rakstraruppgávurnar hjá universitetssjúkrahúsinum eru savnaðar í eina eind, og formligar semjur og avtalur eru gjørdar millum avvarðandi myndugleikar og stovnar.

 

Virksemi í 2025

Arbeiðið við universitetssjúkrahúsinum tekur støði í álitinum um Universitetssjúkrahús frá 2023.

Arbeitt verður í løtuni við at leggja eitt lógaruppskot fyri Løgtingið. Lógaruppskotið um universitetssjúkrahús er í løtuni til ummælis hjá avvarðandi pørtum, og verður eftir ætlan lagt fyri Løgtingið í februar 2025 (tilmæli 3 í álitinum).

Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetur Føroya arbeiða við at orða eina strategi fyri framtíðar heilsugransking (tilmæli 7 í álitinum). Ætlanin verður væntandi liðug á heysti 2025. Ein avtala er undirskrivað millum Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetrið um hetta samstarvið (tilmæli 15 í álitinum).

Harumframt arbeiðir Fróðskaparsetur Føroya við at fyrireika APN-útbúgvingina (Avanseraður Kliniskur Sjúkrarøktaarfrøðingur) og at kanna møguleika fyri at seta læknaútbúgving á stovn í Føroyum (tilmæli 10 og 11 í álitinum).

"Eg eri fegin um, at arbeiðið við at tryggja universitetssjúkrahúsinum eitt gott grundarlag at byggja á, kann halda fram. Við at savna rakstraruppgávur, styrkja gransking og menna nýggjar útbúgvingar, taka vit týðandi fet ímóti einari framtíð, har heilsuverk og útbúgving ganga hond í hond til frama fyri allar føroyingar." Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum

Við einum universitetssjúkrahúsi verður møguligt at skapa nýggjar starvs- og granskingarmøguleikar fyri heilsustarvsfólk. Hetta fer væntað at økja um áhugan hjá læknum, sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum heilsustarvsfólki at søkja starv í Sjúkrahúsverkinum.

 

Universitetssjúkrahús

Í álitinum um Universitetssjúkrahús frá 2023 eru millum annað mál sett um, at Sjúkrahúsverkið í 2030 skal nýta 1% av samlaða rakstrinum til heilsugransking og 1% til undirvísing og útbúgving. Meira kann lesast um Universitetssjúkrahúsið her - Universitetssjúkrahús - Heilsumálaráðið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samrøða við Theresa Turiðardóttir Kreutz…
Olevina: Kondittarar mugu virða sítt hon…
Eyðun Klakstein verður lands­liðsvenjari
Gavin DeGraw á Torsfest
Aftur góður fundur hjá Løgmanni
Úr Torraskránni: Sang- og hugnaløta í VA…
NS Hálvmaraton 2025
Nýggjur heilsu­politikkur – Vit vilja feg…
Støðan á demensøki­num er átrokandi
Eingin stillar upp ímóti formanni­num í F…
Januar 2025
Avmarkingar í landingum uttanlands skulu…
KÍ eigur 8 av 20 á kvinnu­landsliðnum
VÍF dróg longra stráið
Lions Club Eysturoy/­Klaksvík stuðlar Hu…
KÍ fær vitjan av Víkingi mikukvøldið
Daniel berg Hestad hevur fingið nýggjan…
Business-line: 150 nýggir roknskapir í…
Stuðuls­møguleikar í ferðavinnuni
Video: Klaksvíkar kommuna 85 ár