Lýsing
Lýsing
Landaøkini umframt Krim (niðast), sum Russland er farið inn í og vil hava russisk, frá vinstru móti høgru: Kherson, Zaporisja, Donetsk og Lugansk/Luhansk | Mynd: Open Street Map/TV2

Ukraina eigur at lata land frá sær fyri friðin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.12.2024 - 18:35 Tíðindi

52% av ukrainum halda sambært kanning, at Ukraina eigur at vera opið fyri at lata land frá sær, og somuleiðis ynskja 52% av ukrainum frið skjótast gjørligt. Eisini eru tvífalt so nógvir danir sum áður farnir at siga tað sama. Í 2023 hildu 12% av dønum, at Ukraina eigur at lata land fyri frið, meðan nú í desember halda 24% tað.

 

 

Í byrjanini av krígnum hildu ukrainarar, at tað fór at verða gjørligt at niðurberja russararnar og reka teir úr landinum, men nú eru tey flestu farin at siga, at tey bara vilja hava frið skjótast gjørligt – eisini um tað merkir mist landaøki. Í grein hjá danska TV2 eitur tað seg, at tey vilja býta land um við frið. Í byrjanini av krígnum vóru tað einans 22%, sum hildu tað, men nú eru tey 52%.

Økini, sum tað er upp á tal at lata Russland fáa, eru Kherson, Zaporizja, Donetsk og Luhansk/Lugansk, umframt Krim, sum hevur verið undir russiskum valdi síðani 2014. 

Tað er líkt til, at tað hevur eydnast russarum at slíta kampmoralin hjá ukrainarum niður, skrivar TV2 eisini. BBC veit frá fleiri krígstroyttum ukrainskum hermonnum, at teir eru útlúgvaðir og bíða eftir, at Trump – ið hevur lovað at enda kríggið innan 24 tímar – kemur framat. Keith Kellogg, sum er settur á uppgávuna, sigur, at USA fer at steðga vápnastuðlinum til Ukraina, um Zelenskij noktar at fara undir friðartingingar, og at økja vápnastuðulin, um Putin noktar.

Av ukrainska hermótinum eru eisini farin at ljóða neyðarróp. Ukraina hevur ov fáar hermenn eftir, og teir eftirverandi siga, at Russland setir allar kreftirnar inn nú, áðrenn Donald Trump gerst forseti, tí ein liður í friðarætlanini er at fastfrysta hermótini, so tað ræður um at koma so langt fram sum gjørligt áðrenn 20. januar.

 

Keldur:

https://www.bbc.com/news/articles/cn4x9gz4ylwo

https://nyheder.tv2.dk/udland/2024-11-28-saadan-vil-de-stoppe-krigen-mellem-rusland-og-ukraine-paa-et-doegn

https://nyheder.tv2.dk/udland/2024-12-16-skal-ukraine-afgive-land-for-fred-det-er-slet-ikke-det-russerne-vil-have-siger-analytiker

https://news.gallup.com/poll/653495/half-ukrainians-quick-negotiated-end-war.aspx

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eyðun Thorgeirsson vitjar í Norð­lýsinum
Enn eitt álop á norð­urøkið
Greining av nýggju keypsætlan­ini hjá KÍ
Hanna Johannesen farin
Dennis Holm ger beint ímóti frámælinum
Nýggjársrøða løgmans 2024
Møti við útisetum nýggjárskvøld í Betesd…
Video: Tá vit fóru inn í nýggja árið
Gott nýggjár!
KÍ gjørt sáttmálar við tríggjar leikarar…
Ansið væl eftir tykkum
Nýggjársheilsan frá Nes kommunu
Sólarn Isaksen í Norð­lýsi­num
Bylgjucup var í vikuskiftinum
Regin smiður góð ummæli
Johnny í Grótinum um føroyska búskapin
Team Klaksvík selja fýrverk
Regin smiður góð ummæli
Boða frá nýggjársbáli
Hesir kunnu skifta felag fyri einki