Lýsing
Lýsing

Boða frá nýggjársbáli

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  30.12.2024 - 14:22 Tíðindi

Ætlar tú at brenna bál nýggjársaftan? So skalt tú minnast til at skráseta teg hjá Sløkkiliðnum. Her er vegleiðing til skráseting til borgarar, ið ætla sær at brenna bál á nýggjárinum. Øll bál skulu skrásetast.

 

Umframt at fylgja vegleiðing og galdandi reglugerð á økinum, eiga atlit eisini at verða tikin til grannarnar, um bálið verður brent í íbúðarøki. Góður siður er tí at kunna grannalagið, áðrenn bál verður brent nærhendis bústaði. Bálbrenning skal altíð fylgja vegleiðingini hjá Umhvørvisstovuni.


Boða frá nýggjársbáli her: Nýggjársbál 2024

Í sambandi við bálbrenning og brenning í smá­um heimaovnum og í eldstaði eru her nøkur dømi um, hvat kann brennast, og hvat ikki kann brennast.

Hetta er loyvt at brenna:

  • Reinur og turrur óviðgjørdur viður
  • Ólitað pappír og papp
  • Jóla­trø og annað grann

Hetta er ikki loyvt at brenna:

  • Plast og gummi (t.d. flamingo, dekk, nótir, posar og annað)
  • Viðgjørdur og málaður viður
  • Sagu­spønir og spønplátur
  • Húsarhaldsburturkast
  • Vandamikið burturkast (t.d. máling, battarí, olja, oyðingarevni, loysingarevni o.a.)
  • Klæðir, leður og annað
  • Dagbløð og vikubløð (viðgjørt papír)
Lýsing
Seinastu tíðindini
Eyðun Thorgeirsson vitjar í Norð­lýsinum
Enn eitt álop á norð­urøkið
Greining av nýggju keypsætlan­ini hjá KÍ
Hanna Johannesen farin
Dennis Holm ger beint ímóti frámælinum
Nýggjársrøða løgmans 2024
Møti við útisetum nýggjárskvøld í Betesd…
Video: Tá vit fóru inn í nýggja árið
Gott nýggjár!
KÍ gjørt sáttmálar við tríggjar leikarar…
Ansið væl eftir tykkum
Nýggjársheilsan frá Nes kommunu
Sólarn Isaksen í Norð­lýsi­num
Bylgjucup var í vikuskiftinum
Regin smiður góð ummæli
Johnny í Grótinum um føroyska búskapin
Team Klaksvík selja fýrverk
Regin smiður góð ummæli
Boða frá nýggjársbáli
Hesir kunnu skifta felag fyri einki