Lýsing
Lýsing
Nær verður býráðið innkallað í Fuglafirði?
Ólavur Larsen avdúkar fyri Norðlýsinum
Tað hevur drigið út at fáa skipað býráðið í Fuglafjarðar kommunu, men nú sær út til at fara at bragda
Bý- og bygdaráðsval vóru kring landið 12. november. Síðani hava býráðini skipað seg, men í Fuglafjarðar kommunu hevur ongin skipanarfundur verið enn.
Ólavur Larsen er fyrstvaldur býráðslimur í Fuglafjarðar kommunu við 159 persónligum atkvøðum og tí er tað hann sum skal kallað inn.
Í skrivandi løtu eru tveir dagar eftir av árinum 2024, ávíkavist mánadagur 30. desember og týsdagur 31. desember.
Eg fari at kalla inn í morgin, havi ikki sett tíð og dag á enn. Tað verður ikki seint nýggjársaftan, sigur Ólavur Larsen við Norðlýsið í kvøld.
Seinastu tíðindini