Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tunnlar gott – Svínoy næst!

SKRIVAÐ: Frímund Hansen  |  20.12.2024 - 00:50 Politikkur Tíðindaskriv

Tit háttvirdu tingfólk fyri norðoyggjar. Nú eigur Svínoyggin tørn. Kom nú og lyft gloymda gimsteinin í Føroyum, Svínoy!

 

 

Vit frøðast øll um nýggju tunnlarnar norð um Fjall. Hetta hevur verið harðliga tiltrongt í fleiri ár og loksins eru teir har til mikla gleði fyri okkum øll sum javnan brúka teir. Men sæð úr túninum í Svínoy er tað er sera sorgblítt at standa og hyggja at meðan øll onnur øki í landinum verða lyft og eingin skoytir okkum ein tanka.

Og soleiðis hevur tað verið leingi, alt ov leingi. Tá fyrru tunnlarnir komu og frammanundan tí var Svínoyarbygd líka stór sum Viðareiðisbygd. Báðar bygdirnar í Fugloy tað sama, meðan bygdirnar í tronganum millum triðing og helvt av tí.

Másin bleiv bygdur tá tíðin longu var farin frá honum fyri 65 árum síðan. Tað gingu bæra 6-7 ár so høvdu bygdirnar eystan Múla fingið annað tíðarhóskandi samband, meðan Svínoy og Fugloy hingu uppá Másan og gera tað enn, hóast tað er Ritan sum nú røkir sambandi, tó í somu rutu sum Másin gjørdi tá.

Fylgirnar av hesum eru eyðsýndar í dag. Vit síggja tað í fólkatalinum. Har er fólkatali vaksi hesi árini, meðan her og har úti er einki fólk eftir. Tey hava enntá klára at rópt seg til nýggjar og dagførdar tunnlar, okkum øllum at gagni. Meðan her er alt nærum deytt. Her er ongin sum orkar at rópa longur, og tað síggja vit aftur í tí sum politiski mynduleikin leggur okkum fyri dagin.

Ein nýggjan Mása til at gera tað sama sum í dag, bjargar ongum! At framskriva verðandi samband við einum nýggjum skipi, kann bara ikki góðtakast. Tað er at bíta høvdi av allari skomm!

Nýggja landstýri hevur í sínu stevnu at byggja nýggj strandfaraskip. Alt gott um tað, tey treingja til at vera skift. Men Svínoy hevur brúk fyri einum nógv betri sambandi. Nýtt skip ja, men leiðin má hugsast av nýggjum. Svínoy er ikki oyggj sum Skúvoy, Fugloy og Mykines at røkja samferðsluliga, men skal oyggin javnsetast við Nólsoy og Kallsoy í so máta. Hetta sigi eg, tí at tað ber til at at gera tað so, og enntá nógv betri. Styttsta leið millum (norð)Toftir og Havnina í Svínoy er bara 10min sigling og altíð siglandi, tí øki er vart fyri havaldu á øllum ættum.

Fyri Svínoy viðkomandi er betur at landstyrismaðurin gloymir alt um hatta skipi fyribils, og brúkar peningin uppá ein 1700m tunnil, við eini atløgubryggju yviri í Havn. Tá kundu vit t.d. havt Sam í nøkur ár fram.

Tað er ikki at tveita pengar burtur.

Svínoyggin hevur eitt veldugt uppland. Verðandi bygda lendi í Klaksvík kann standa 5 falda á slættlendinum um Eiði í Svínoy. Verður gróti frá tunnlinum brúkt skýnsamt út úr Havnarenni soleiðis at ráki verður skotið frá landi, kann rættuliga stór mongd av laksi alast har. Á slættananum á oynni, ella frá hálsinum út á Eysturhøvda er stórt uppland til t.d. vindmyllur. Møguleikarnir eru ótaldir og liggja beint til høgrabeini at seta í kassan. Væl at merkja um avleveringin ella uppleggi er tað rætta frá landstýrismanninum.

Tit háttvirdu tingfólk fyri norðoyggjar. Nú eigur Svínoyggin tørn. Øll hini hava fingið og fleiri nú samband nummar tvey. Hugstoytt tá ein av okkara heldur at Nólsoy er stórsta útoyggj sum ikki hevur samband. Svínoy er tríggjar ferðir so stór sum Nólsoy skal eg heilsa.

Kom nú og lyft gloymda gimsteinin í Føroyum, Svínoy!

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í dag
Tunlarnir eru æðrar til sjálvt hjartað í…
Epli og røtur av Sandi til jóla
Helena Venzelsdóttir Kallsberg gjørdist…
10- og 20 ára starvsdagar í Articon í 20…
Skráin fyri Jóla­skipið
Betri Banki lækkar renturnar
Søguligt frambrot við brekumboði
Gadders syngja í Christians­kirkjuni
- Besta jólagáva í ár
Barnabøkur, list og jólahugni
Nógv góð átøk í fíggjar­lógini
Fortíð til nútíð uppá ein dag
Eina røð av batum afturat í barsils­skipa…
Royndur sjúkrahús­stjóri á Leiðara­deg­num…
Gleðilig jól
ÍF vitjar í Badminton­høllini
Jólahald í KFUM & K í Klaksvík
Hópin av møguleikum á Jobmatch
Fýra býráðslimir takkaðu fyri seg