Sonur Trump tók Grønland uppá orðið
Í Danmark eru tey farin at gita um, um sonur Donald Trump, sum eisini eitur Donald Trump (junior), er farin til Grønlands við teimum heilt stóru pengunum
Fíggjarmálaráðharrin í Grønlandi, Erik Jensen, og fólkatingslimurin Aki-Mathilda Høegh Dam hava bæði sagt Donald Trump vera vælkomnan at vitja Grønland at síggja landið. Og nú er líkt til, at tey verða tikin uppá orðið. Sonur og navni Trumps fer í dag, 7. januar, til Grønlands, hóast tað er ógreitt, um hann fer sum umboð fyri pápa sín.
Greitt er, at tað ikki er ein almenn vitjan, tí Donald Trump er ikki formliga innsettur sum forseti enn. Men Erik Jensen noktar at úttala seg um, hvørt hann skal hitta Donald Trump Jr. á vitjanini. Heldur ikki Múte B. Egede, landsstýrisformaður, vil viðmerkja tað. Men Mininnguaq Kleist, aðalstjóri í grønlendska uttanríkismálaráðnum, sigur við DR, at ongin fundur millum grønlendska landsstýrið og Donald Trump Jr. er avtalaður.
Men hóast talan tí formelt er um eina privata vitjan, so er eitt fylgdarlið (entourage) við yngra Trump. Ein flúgvari lendi longu í gjár, og Trump Jr. kemur ikki einsamallur, tá hann kemur til Grønlands í dag. Og DR-greinari sigur, at ”når han sender sin søn, som er en af hans allernærmeste rådgivere, til Grønland, så er det formentlig som en form for fortrop, så Trump Jr. kan tale med de politiske ledere i Grønland, inden Trump træder til som præsident”.
Donald Trump Jr. stendur til at lenda í Grønlandi kl. 14 í dag.
Kelda og meiri lesnaður um evnið: