Lýsing
Lýsing
Lýsing

Seinasta paradís á jørð á størstu filmsstevnu í Norðurlondum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.01.2025 - 16:59 Mentan Tíðindi

Filmsstevnan í Gøteborg hevur í dag kunngjørt, at nýggi filmurin hjá Sakaris Stórá "Seinasta paradís á á jørð" er á Nordic Light skránni hjá teimum

 

Filmstevnan í Gøteborg er størsta filmsstevna í Norðurlondum, og hevur yvir 270.000 vitjandi. Umframt at 2.200 filmsfólk frá yvir 50 londum vitja sølustevnuna Nordic Film Market, ið er knýtt at filmsstevnuni.

Filmurin, ið hevur fyrstu almennu sýningina í Føroyum í Havnar Bio 10. apríl, fær viðmæli í skránni, sum verandi hugtakandi og hjartanemandi.

Frumsýningin verður í Bio Roy í Gøteborg 29. januar, umframt at filmurin eisini verður sýndur á Nordic Film Market dagarnir eftir.

 

Almennu sýningarnar á filmsstevnuni í Gøteborg eru:

 

  • Mikudag 29. januar - 17:30 - Bio Roy (Q&A)
  • Hósdagin 30. januar - 13:30 - Bio Roy (Q&A)
  • Fríggjadagin 31. januar - 20:15 Biopalatset 1
  • Hósdagin 1. februar - 10:00 - Biopalatset 1

 

Atgongumerki til føroysku sýningarnar sum byrja í Havnar Bio 10. apríl, eru komin til sølu á bio.fo

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…
Megnar klaksvík­ingur at svara aftur?
Heimsmeistaraheitið í fótbólti - søgan u…
Formula heiðrað av HP fyri søluavrik inn…
Trump hátíðarheldur 80 ára føðingardag v…
Monika Stauss og Símun Hammer 2 konserti…
Føroysk vinnuferð til Suðurkorea
- Vit skulu verða tryggari á bóltinum
KG fekk vitjan í dag
KG fekk vitjan í dag
HM byrjar í kvøld, og eitt lítið oyg…
Føroya Bjór: Sigfríður Venned 40 ára sta…