Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ikki sær tað tespiligt út í Gaza. Men ein vápnahvíld kemur nú í lag, sum kann gera tað gjørligt fyri fleiri flóttafólk at venda heim aftur. | Mynd: Reuters.

Vápnahvíld millum Hamas og Ísrael á trappunum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.01.2025 - 18:36 Tíðindi

Vápnahvíldin verður væntandi galdandi í seks vikur og fer í fyrstu atløgu m.a. at fevna um leyslating av 33 gíslum.

Tað, sum er likið út til miðlarnar um avtaluna um vápnahvíld, er, at hon fer at fara fram í fleiri stigum ella fasum. Fyrsta stigið fer sambært BBC at vera ein 6-viku vápnahvíld og leyslating av 33 av gíslunum, sum vórðu tiknir av Hamas í álopinum 7. oktober. Tað er tó ikki greitt, hvussu mangir av teimum 33 framvegis eru á lívi, skrivar BBC.

Ísrael leysletur nógvar palestinskar fangar fyri hvønn einstakan leyslatnan gísla. Ísrael skal eisini trekkja sínar hermenn út úr teimum tættast fólkaðu pørtunum av Gaza-geiranum og til eina sonevnda ”buffara-zonu” eystaru megin.

Meira neyðhjálp og brennievni verður beinanvegin loyvt at taka inn í Gaza, og har verður ein skipað heimkoma av teimum fleiri enn 2 milliónunum íbúgvunum í Gaza, sum hava verið noyddir heimanífrá vegna kríggið. Har ger tó tað seg galdandi, at í fleiri førum er tað, sum var teirra heim, bara betong- og múrsteinsleivdir, tí heimini eru vorðin bumbað.

Nakrir ísraelskir gíslar – talan er um herfólk – verða ikki partur av hesi fyrstu gíslaleyslatingini. Avtalað er, at teirra lagna verður avgjørd 16 dagar eftir vápnahvíldina, tá partarnir aftur skulu møtast. Tá verða eisini lyklaspurningar svaraðir um framtíðina hjá Gaza, er ætlanin. Eitt nú, hvør skal stjórna Gaza, og um Ísrael fer at trekkja seg fult og heilt út.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…