Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Hans Jákup Elkjær

Nógvur vindur í nátt og morgin ári

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  16.01.2025 - 18:51 Tíðindi Veðrið

Tað fer at verða heilt fitt av vindi í nátt. Eitt lágtrýst fer norðureftir beint vestan fyri Føroyar. Tað tók seg upp seint týskvøldið yvir havinum miðskeiðis millum eysturstrondina í USA og Asorurnar, og fór at ganga í landnyrðing ímóti okkum.

Síðan tá er tað dýpt úr umleið 1005 hPa, og í morgin ári um 5-tíðina, tá ið tað er miðskeiðis ímillum Føroyar og Ísland, er trýstið í miðjuni komið niður í 982 hPa. Hetta ljóðar ikki serliga djúpt, men lágtrýstið er samantrongt og tekur lítið pláss, og tá er vanliga nógvur vindurin rundan um tað.

Mesti vindurin er sunnan fyri miðjuna, og tað er hetta økið, ið fer norðurvið í morgin ári. Mesti vindurin fer at vera millum 4 og 8.

Miðjan í lágtrýstinum er beint sunnan fyri tað tjúkka skýlagið. Reyði pílurin vísir, hvønn vegin lágtrýstið gongur, og tað blákollulittað er økið við mesta vindinum.

Taka vit tað í smálutum, hvussu veðrið fer at broytast hetta og til ta tíð, so vísa framrokningarnar, at vindferðin í løtuni er 8 til 13 m/s sunnan. Tað er júst tað, sum vindmátarar Landsverks og hjá Veðurstovu Føroya vísa í løtuni – t.e. klokkan 18.30.

Taka vit gongdina frameftir í kvøld, í nátt og morgin ári, so er hon hendan:

·        Klokkan 21 er miðalvindferðin komin upp í 10 til 15 m/s.

·        Á midnátt er miðalvindferðin komin upp í 13 til 18 m/s. Ættin enn sunnan.

·        Klokkan 4 í nátt er vindferðin 15 til 20 m/s, men so fer at ganga skjótt, at vindferðin økist.

·        Longu ein tíma seinni – t.e  klokkan 5 – eru 20 til 25 m/s, og ættin er farin vesturum til útsynning.

Hendan løtan og tveir tímar fram sær út til at fara at vera tann ringasta. Tá er bara hugsað um miðalvindferðina um alt landið, og ikki hvussu ættin er í støðum. Tað kann vera sera ymiskt, og tað vita lokalfólk best.

·        Klokkan 6 er ættin farin upp í vestan, og klokkan 7 fer vindferðin at minka.

·        Hann fer at ganga upp ímóti vestri – har er hann klokkan 6 – og klokkan 7 fer hann at minka.

·        Klokkan 8 er hann komin niður í 15 til 20 m/s, og so minkar hann skjótt.

·        Klokkan 10 eru 10 til 15 m/s.   

Gevið gætur, at øll vindferð er miðalvindferð. Hvirlurnar fara at vera umleið 1½ ferðir miðalvindferðina!

Verða broytingar í gongdini, kemur dagføring á heimasíðuna.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…