Viberg Sørensen á Torradøgunum
Viberg Sørensen av Tvøroyri er fróðarmaður og veit frá nógvum at siga. Hann greiðir frá sjólívi sínum á Torrakáféini í Betesda - hósmorgunin, 20. februar kl. 10.00.
Viberg hevur stundum greitt frá útróðri í Grønlandi fyri og eftir kríggið. Um umstøður at fiska og búleikast har. 1934 – 1984. Tað sama um útróður undir Íslandi.
Viberg Sørensen greiðir frá um útróður í Grønlandi
Tunfiskaveiða
Í 1999 var Viberg ikki í iva um, at vit eiga at krevja okkara part av altjóða tunfiskiskapinum. Hann hevði tá í nøkur ár fingist við tunfiskaveiðu.
Føroyingar høvdu biðið landsstýrismannin um loyvi at fiska í altjóða sjógvi. Hesum vilja teir hava svar uppá sum skjótast.
Støðan er tann, sigur Viberg Sørensen, at tað ber heilt einfalt ikki til at basera veiðuna upp á føroyskt øki einsamalt.
Tíðin, fiskurin er í føroyskum sjógvi er stutt, og miseydnast fiskiskapurin her, er galið.
Viberg Sørensen, sum fiskaði tunfisk undir Føroyum í fjør 1998 sigur, at íslendingar eru farnir at byggja skip til at veiða tunfisk í altjóða sjógvi.
Longri ferð
Í 2004 fóru Viðberg og konan, Jóna tveyeini eina longri ferð við seglbáti teirra, Svaluni.
Tey vóru farin umborð í Wales og ætlaðu sær suðuryvir. Tey høvdu siglt suður gjøgnum Írska Havið, fram við ensku suðurstrondini og um Ermasund. Høvdu síðan fylgt europeisku strondini suður um Biscayavíkina.
Tey fóru úr La Coruna í útnyrðings Spania um ellivutíðina fríggjadagin. Sigldu vestur við strondini og fóru um Cape Finesterre, greiðir Viberg Sørensen frá.
Um seks tíðina um kvøldið vóru tey stødd einar tríggjar-fýra fjórðingar úr landi eitt sindur sunnan fyri høvdan. Veðrið var av tí besta. Eitt lot aftaná, so báturin gekk heilt væl við seglum. Tey sótu og ótu og hugnaðu sær á dekkinum, tá tey merktu eitt harðligt sett í bátinum.
Eg leyp aftur á hekkuna at hyggja eftir, hvat hetta var, vit sigldu á, men sá einki. Síðan fór eg niður í maskinrúmið at vita, um sjógvur var har. Men har var alt í lagi. So niður í lugarið, og har var sjógvur at síggja. Tá eg so hugdi fram í ketukassan, sá eg, at hann var fullur av sjógvi, greiðir Viberg Sørensen.
Hann sigur, at hann sá eina sandstrond beint innan fyri tey og setti motorin í gongd og sigldi við fullari ferð móti landi við teirri ætlan at seta bátin á land har.
Seglbáturin, Svalan úr Torngisvági sakk fríggjakvøldið út fyri spanska útnyrðingshorninum. Tvey fólk vóru umborð, og tey vóru ongantíð í nøkrum vanda, greiðir Viberg Sørensen, eigari og skipari á Svaluni, frá.
Hann sigur, at tey sigldu á einhvønn reka, sum gjørdi hol í bakborðsbógv. Hevði lensipumpan, sum spanska bjargingartænastan setti umborð á Svaluna, ikki gingið fyri, hevði báturin uttan iva verðið bjargaður, sigur Viberg Sørensen.
Pumpan, sum kom umborð, kláraði væl at halda bátinum lens. Men hon steðgaði. Og áðrenn tað eydnaðist at fáa aðra pumpu umborð, sakk Svalan.
Viberg avloysir Jákup
Reiðarafelagið hevur skipað seg í morgun (10.12.2007) og tað verður Viberg Sørensen, sum skal avloysa Jákup Sólstein, ið hevur myndað felagið í heili 17 ár.
Tað er greitt eftir at nevndin í felagnum skpaði seg í morgun skipaði seg á fundi í morgun. Viberg Sørensen hevur verið næstformaður í felagnum í morng ár og hevur sostatt nógvar royndir í felagsarbeiðnum. Fyrsta uppgávan hjá nýggja formanninum verða samráðingarnar við Føroya Fiskimannafelag, sigur Reiðarafelagið á heimasíðu síni
Viberg loysir Jákup Sólstein av, ið hevur verið formaður í felagnum seinastu 17 árini. Sum næstformaður varð Jónsvein Knudsen valdur á fundinum í morgun.
Skúlaskip til eina siglandi tjóð
- Tað er ov galið, at Føroyar sum ein siglandi tjóð ikki hevur so frægt sum eitt skúlaskip. Ein kombinatión av eftirskúla umborð á einum skúlaskipi og á landi hevði givið ungdóminum eina virðismikla barlast, sum samstundis kundi talt sum siglingstíð, sigur Viberg Sørensen, formaður í Reiðarafelagnum - 19.07.2010.
Viberg Sørensen hevur í longri tíð gingið við tankanum um ein eftirskúla, sum partvíst skal takast á landi og partvíst umborð á einum skúlaskipi.
- Vit hava ein stóran trupulleika í landinum við tað, at ungdómurin ikki sleppur til arbeiðis, tá hann fer úr fólkaskúlanum. Viberg hevur gjørt sær tann ómak at verið niðri í Hollandi og hugt eftir einari skonnart, ið er sum skraddaraseymað til endamálið.
- Hetta er ein 35 metrar long skonnart, innrættað við 23 koyggjum í 10 kahyttum við tveimum og trimum koyggjum í hvørjari. Pláss er tí fyri umleið 20 næmingum umframt einari manning á seks mans, sigur Viberg Sørensen.
Hann hugsar sær, at skipið kundi farið úr Føroyum og siglt niður til kanarisku oyggjarnar, har lagt var at landi í ymsu londunum á vegnum.
- So kundu næmingarnir fingið undirvísing á veg niður, samstundis sum teir kundu lært um ymsu londini á vegnum, mentan og liviumstøður. Og meðan fyrra liðið siglir niður gjøgnum Vestureuropa, kundi aðrir 20 næmingar gingið á eftirskúla á landi, sigur Viberg Sørensen.
Viberg setti gongd á makrelævintýrið
Tað var reiðarafelagið, sum setti gongd á alla tilgongd at fáa okkum nýggj makrel rættindi. Hetta var gjørt av formanninum í Føroya Reiðarafelag, Viberg Sørensen og Árni M. Dam, skrivara í Reiðarafelagnum. Dagliga leiðslan í Reiðarafelagið arbeiddi eisini við at hetta skuldi koma øllum reiðaríðum og skipabólkum tilgóðar – tað var jú kreppa hjá fleiri reiðaríðum í 2008 og nøkur ár fram
Tað er hugaligt, at vit nú loksins fáa innlit í partar av okkara vinnusøgu, skrivar 24.fo. Hetta er tað størsta nýbrotið í føroyskari fiskivinnusøgu, at vit fóru frá bert at fiska eini 15.000 tons til 18.000 tons av makreli gjøgnum millumlanda avtalur, til at fiska 150.000 tons undir Føroyum sum vit einvegis ásettu okkum.
Hetta førdi til at vit samstundis hava bygd trý nýmótans uppsjóvarvirkir. Hetta er eitt týðandi og slóðbrótandi arbeiði, ið vinnan og framskygd fólk í reiðarafelagnum hava slóðað fyri. Hetta er ein týðandi súla undir okkara búskapi og ein nýggja vinnan, nevniliga framleiðsla av uppisjóarfiskið á landi. Hetta ein sólskinssøga.
Tí var tað einki minni enn eitt bragd, tað sum teir í Reiðarafelagnum megnaðu, í 2009 og nøkur ár fram, skrivar 24.fo - nevniliga at sannføra politiska mynduleikan um, at vit sjálvir skuldu áseta okkum eina stóra makrelkvotu inni hjá okkum sjálvum - leysir av øllum øðrum. Bæði Noreg, Íslandi og EU. Hetta kravdi stórt áræði.
Torrakáféin í Betesda
Viberg Sørensen, sum er góður frásøgumaður, hevur átt skip og verið nógv á sjónum, hevur nógv at siga frá. Tú kanst hoyra hann á Torradøgunum greiða frá sjólívi sínum á Torrakáféini í Betesda, hósmorgunin, 20. februar kl. 10.00, har eisini nógvur tónleikur og sangur er á skrá við Vitanum. Eisini verður boðið gott kaffi saman við einum góðum køkubita.