Lýsing
Lýsing
Lýsing
Setanarrøðan hjá Donald Trump sum 47. amerikanska forsetanum var sum væntað ein dundurtala, men kanska tað áhugaverdasta, í øllum førum fyri føroyingar, var tað, sum ikki varð nevnt, nevniliga hansara støða til kríggið í Ukraina og ríkisrættarliga støðan hjá Grønlandi | Mynd: BBC

Donald Trump nevndi hvørki Grønland ella Ukraina

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.01.2025 - 18:54 Tíðindi

Tað var tó ikki við mýkindum, at 47. amerikanski forsetin tók við sum forseti. Ólógligir migrantar úr Mexico skulu ikki vænta at fáa nakrar sømdir longur, men verða send beint aftur hagar, tey komu frá. Eisini fekk stjórnin hjá Joe Biden av at vita, meðan USA ætlar at gera munandi meira við oljuvinnu. Tollmúrar verða íverksettir og/ella hækkaðir.

 

 

Undanfarna stjórin í USA fekk av grovfílini frá nývalda forsetanum í USA. Amerika var á veg niður við nakkanum, tá Trump tók við, segði hann, og boðaði frá, at niðurgongdin nú fær ein enda. Hann greiddi eisini frá, at hann var tann mest forfylgdi forsetin, og at royndir vórðu gjørdar bæði at taka hansara frælsi frá honum og eisini lív hansara, og vísti hann tá til drápsroyndina í Pennsylvania í fjør.

Trump segði eisini, at hann fór at lýsa eina “national emergency” við syðra markið hjá USA. Hann fer ikki at tola ólógliga migratión longur, og ætlar at senda ólógligar tilflytarar í milliónatali aftur, hiðani tey koma, og lýsti tilflytingina sum eina beinleiðis invasión av USA.

Ein tílík ”national emergency” er ein undantaksstøða, ið m.a. ger, at Trump fer at seta herin inn at verja markið millum USA og Mexico.

 

Drill, baby, drill!

Tá tað kom til olju, segði nýinnsetti forsetin, sum hann áður hevur sagt seg vilja gera undir slagorðunum “Drill, baby, drill!” Amerikanskir olju-arbeiðarar skulu vænta at vera tryggir í sínum størvum. Sloganið við bora, baby, bora stavar frá konventinum hjá Republikanska flokkinum í 2008, sum guvernørurin í Maryland, Michael Steele, varð fyrstur at orða, og sum Sarah Palin brúkti í varaforsetavalevniskjaki ímóti júst Joe Biden sama ár.

Donald Trump segði, at í staðin fyri at gera fólk í øðrum londum rík við at skatta amerikanarar og innflyta bíligar vørur, verður nú farið undir at áleggja hægri toll-tariffir á vørur úr útlondum. Hann var tó ikki ítøkiligur viðvíkjandi hvørjum londum og hvussu nógv hægri tollur kann væntast.

Gíslarnir í Miðeystri skulu eisini sleppa heim aftur til familjur sínar, Mexicanski Flógvin skal eita Amerikanski Flógvin (frá Gulf of Mexico til Gulf of America), fjallið Denali í Alaska skal fáa navnið Mount McKinley aftur, og eisini skal USA hava lættari atgongd ígjøgnum Panama-kanalina.

 

Ætlar sær upp á Mars

Eitt, sum fekk Elon Musk at reisast og klappa í áhoyrarasessinum, vórðu boðini frá Donald Trump um, at planin Mars skuldi rokna við at fáa vitjan.

Eisini segði Donald Trump, at tað var Guð, sum vardi hann ímóti drápsroyndini í Pennsylvania í 2024, og at Guð hevði sum missión at “Make America Great Again”.

Bert einaferð áður er tað komið fyri, at ein forseti er afturvaldur aftaná, at hann er fallin á einum forsetavali. Tað var Stephen Grover Cleveland (1837-1908), vanliga nevndur Grover Cleveland, sum sat sum forseti í 1885 til 1889 og aftur 1893-1897. Nú eru teir tveir, og tað ger, at Donald Trump er bæði 45. og 47. forsetin í USA.

 

Tað, sum brillieraði við síni fráveru

Merkisvert var eisini, at meðan gíslatøkan í Miðeystri og Panama-Kanalin bæði vórðu tikin fram í innsetanarrøðu Trumps, so vórðu hvørki kríggið í Ukraina ella ynskið hjá Trump um at innlima Grønland í USA við.

Allar súðir eru tó ikki syftar enn, tí í næstum kunnu væntast kanska 100 ”executive orders” ella harraboð frá nýggja forsetanum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
2024 royndist væl hjá Jógvani I
Leiðaradagu­rin: Ári Eldjarn heilsar
P/­F Articon - Broyting í eigaraviðurski…
679 lúsakanningarferðir í 2024
Donald Trump nevndi hvørki Grønland ella…
48 tímar filmskappingin 2025 – Ein Sann…
Nevndin fyri Mentan­argrunn Landsins vald…
Ráðgevara­sáttmáli undirskrivaður við Hen…
Dansitíð
Granskingarverkætlan um barna­krabba í Fø…
Kjarnorka kann bjarga Europa bæði so og…
Veðrið í dag handan hav
Tøkk - Gudny Marita Samson
Sparing á knappar 200 milliónir krónu…
Dani vann Janus Open
Opið bræv til lands­týriskvinnuna í Alman…
Nærkast nú teimum 6.000 harunum
Veðrið í vikuni
Nýggjur Havnarbátur er mannaður
Íslendingur á odda á Eiði