Lýsing
Lýsing
Lýsing

P/F Articon - Broyting í eigaraviðurskiftum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.01.2025 - 19:03 Tíðindaskriv Vinna

Avtala er í dag gjørd um, at danska byggifyritøkan Per Aarsleff Holding A/S, ið er skrásett á danska keypsskálanum, saman við leiðslubólkinum í Articon ger íløgu í P/F Articon. Frameftir fer Aarsleff at eiga 80%, leiðslubólkurin 10% og verandi eigarar 10%.

 

 

Síðsta summar setti danska byggifyritøkan Per Aarsleff Holding A/S seg í samband við Articon og boðaðu frá, at tey vóru áhuga í at gera íløgu í Articon.

Hetta setti ferð á tankarnar, sum hava verið eina tíð, um framtíðina hjá felagnum og eftir nakað av samskifti, var niðurstøðan, at her kundi vera talan um ein spennandi møguleika at framtíðartryggja Articon. Við somu grundvirðum og sama yvirskipaða hugsanarhátti, hvussu ein byggifyritøka skal rekast og mennast, vóru útlitini til eitt gevandi strategiskt samstarv sera góð.

Við hesi loysnini fer Articon eins og higartil at vera ein sterk byggifyritøka, sum kann veita dygdargóða tænastu á føroyska marknaðinum. Fyritøkan verður kjølfest í Føroyum, samstundis sum hon fær lættari atgongd til nógva vitan innan m.a. talgilding, burðardygd, verkætlanarmenning umframt ein altjóða marknað.

Í Aarsleff fegnast vit um, at okkara íløga kann vera viðvirkandi til komandi ættarliðsskiftið í Articon. Tað hevur verið avgerandi fyri okkum, at staðbundin ognarrættur verður varðveittur við at komandi leiðsla kemur upp í felagið eins og verandi eigarar halda fram í eitt tillagingarskeið. Aarsleff og Articon hava í nógvum førum somu virðir t.d. at vera ábyrgdarfullur og siðiligur. Bæði feløgini leggja stóran dent á at vera nýhugsandi, og saman kunnu vit halda fram við menningini av Articon, samstundis sum vit kunnu bjóða starvsfólkunum nógvar spennandi avbjóðingar. Vit síggja góðar møguleikar at brúka førleikar Articon’s aðrar staðir í samtakinum serliga í útnorði

Citat: Thomas Kofod Bentsen, stjóri í Aarsleff við ábyrgd fyri útnorði

Verandi eigarar meta, at hetta er tann besta loysnin at tryggja eina mennandi framtíð fyri Articon.

Verandi leiðsla heldur fram til 1. oktober í ár, tá leiðslubólkurin, sum er Sunnvard Andreasen, Torleif Waagstein og Christian Danielsen taka yvir. Sunnvard verður stjóri (CEO), Torleif rakstrarstjóri (COO) og Christian fíggjarstjóri (CFO). Eftir hetta halda Jón Sigurdsson og Niclas Joensen fram sum nevndarlimir.

P/F Articon

Lýsing
Seinastu tíðindini
2024 royndist væl hjá Jógvani I
Leiðaradagu­rin: Ári Eldjarn heilsar
P/­F Articon - Broyting í eigaraviðurski…
679 lúsakanningarferðir í 2024
Donald Trump nevndi hvørki Grønland ella…
48 tímar filmskappingin 2025 – Ein Sann…
Nevndin fyri Mentan­argrunn Landsins vald…
Ráðgevara­sáttmáli undirskrivaður við Hen…
Dansitíð
Granskingarverkætlan um barna­krabba í Fø…
Kjarnorka kann bjarga Europa bæði so og…
Veðrið í dag handan hav
Tøkk - Gudny Marita Samson
Sparing á knappar 200 milliónir krónu…
Dani vann Janus Open
Opið bræv til lands­týriskvinnuna í Alman…
Nærkast nú teimum 6.000 harunum
Veðrið í vikuni
Nýggjur Havnarbátur er mannaður
Íslendingur á odda á Eiði