Lýsing
Lýsing
Lýsing
Heri Henriksen | Mynd: Torleif Johannesen

2024 royndist væl hjá Jógvani I

SKRIVAÐ: Føroyska Sjómansmissiónin  |  20.01.2025 - 20:50 Tíðindi Vinna

-Árið hilnaðist heilt væl. Alt riggaði væl, væl av fiski var at fáa og so var prísurin óvanliga góður, sigur Heri Henriksen

 

Leygarkvøldið 18. januar fór frystilínuskipið Jógvan I aftur til fiskiskap. Áðrenn fráferð varð andakt umborð og árið lagt í Harrans hendur.

Sjómanstrúboðarin fekk tá orðið á skiparan, Hera Henriksen. Tá hann var spurdur hvussu 2024 hilnaðist, svaraði hann:

- Árið hilnaðist heilt væl. Alt riggaði væl, væl av fiski var at fáa og so var prísurin óvanliga góður.

- Vit ynskja sjálvsagt góðan prís fyri fiskin. Men síðstu tíðina hevur hann verið óvanliga høgur. Tað er ikki bara gott, tí hann kemur óivað at falla nógv aftur. Mær dámar betri at hann er javnt góður, tí tá koma sjáldan tey stóru sveiggini í prísin, sigur Heri.

 

Mynd: Torleif Johannesen

 

Hevur prísurin verið góður fyri allan fisk?

- Tað er serliga toskur og hýsa, sum hava havt góðan prís. Samstundis eru tað tey bæði fiskasløgini, sum sveiggja mest í prísi, meðan longa og brosma hava meiri støðugan prís, sigur hann.

- Var fiskiskapurin góður allastaðni har tit royndu?

- Nei, Føroyagrunnurin gav ikki tað stóra. Tí eru ta kvoturnar uttanfyri Føroyar, sum geva mest.

Við Ísland og á Flemish Cap var góður fiskiskapur, meðan Eysturgrønland er sera ójavnt, sigur Heri.

- Hvussu meti tú útlitini eru fyri nýggja árið?

- Vit hava góðar vónir fyri árið. Vit fara ikki til fiskiskap fyrr enn nú, 18. januar, sum eru góðar tvær vikur seinni enn vanligt. Ymiskt viðlíkahald er gjørt umborð og onkrar broytingar eru gjørdar á verksmiðjuni. Harafturat er ein ljósmotorur yvirhálaður, sigur Heri.

 

Mynd: Torleif Johannesen

 

16 mans eru við og tvær manningar hoyra til skipið. Útgangsstøði er, at manningarnar eru umborð í fimm vikur, og hava so frí í fimm vikur. Túrarnir við Grønland og á Flemish Cap kunnu gerast longri, ella styttri. Skipið kemur inn um morgunin at landa og fer vanliga avstað aftur sama dag.

Teimum umborð á Jógvani I og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
2024 royndist væl hjá Jógvani I
Leiðaradagu­rin: Ári Eldjarn heilsar
P/­F Articon - Broyting í eigaraviðurski…
679 lúsakanningarferðir í 2024
Donald Trump nevndi hvørki Grønland ella…
48 tímar filmskappingin 2025 – Ein Sann…
Nevndin fyri Mentan­argrunn Landsins vald…
Ráðgevara­sáttmáli undirskrivaður við Hen…
Dansitíð
Granskingarverkætlan um barna­krabba í Fø…
Kjarnorka kann bjarga Europa bæði so og…
Veðrið í dag handan hav
Tøkk - Gudny Marita Samson
Sparing á knappar 200 milliónir krónu…
Dani vann Janus Open
Opið bræv til lands­týriskvinnuna í Alman…
Nærkast nú teimum 6.000 harunum
Veðrið í vikuni
Nýggjur Havnarbátur er mannaður
Íslendingur á odda á Eiði