Hetta luktar illa!
Talan er um øvundsjúku hjá vinstravendu samgonguni, sigur Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, tá vit biðja hann um viðmerkingar til fráboðanina hjá Hanus Hansen, stjóra í JFK fyrr í dag um ætlaðu broytingarnar í sjófeingislógini hjá landsstýrinum
Tað er ófatiligt at vinstra flokkarnir enn einaferð leggja upp til stórt stríð um fiskivinnuna. Tað vóru ábendingar um at friður skuldi valda um hesa høvuðsvinnu. Men Dennis Holm trekkir spakuliga síni úttalilsi í land aftur so hvørt mánaðirnir ganga, sum annars vóru politiskir glottar hjá reiðarum og sjómonnum at hóma, sigur Steffan.
Hví kunnu ávís reiðarí ikki fáa frið at virka innan fiskivinnu eins og stórar fyritøkur virka innan aðra vinnu? Bitcoin kongurin, ali-risarnir, tunnilsmeistarar, orkupumparar og tele-risar sleppa allir at virka í okkara landi hóast stórir og fáir í tali, sigur Steffan.
Eru reiðarar “óndari” enn hesi omanfyrinevndu? Eru teir nógv nógv ríkari enn hesir? Eru teir ein hóttan ímóti samfelagnum? Ella hava teir kanska bara búsett seg á skeivu bygdunum? Spurningarnir eru nógvir, men tann sterki deymurin er nokk ikki til at taka feil av, sigur Steffan Klein Poulsen.
Hesin eini svullurin er bólnaður spakuliga innanveggja hjá vinstravendu samgonguni, men nú kom hol á hann og deymurin spreiðir seg um alt samfelagið. Vit kunnu tí nú diagnostisera sjúkuna, sum er orsøk til hendan svullin. Talan er um øvundsjúku, sigur Steffan við Norðlýsið at enda.