Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tilmæli til Føroyar í mun til breksáttmálan umrødd í landsstýrinum

SKRIVAÐ: ammr.fo  |  22.01.2025 - 08:30 Tíðindaskriv

Tann 23. august 2024 vóru Føroyar til hoyring hjá Sameindu tjóðum í breksáttmálanum. 

 

Endamálið við hoyringini er at kanna, hvussu londini, ið hava tikið undir við breksáttmálanum, fremja sáttmálan í verki. Niðurstøðan frá hoyringini vísir, at Føroyar hevur gjørt framstig á fleiri økjum, men at tað samstundis eru avbjóðingar, ið krevja at átøk verða sett í verk.

Í sambandi við niðurstøðuna frá hoyringini hevði serfrøðinganevndin hjá ST ávís tilmæli og viðmerkingar, sum vórðu almannakunngjørd tann 8. oktober 2024.

ST nevndin hevði í alt 59 tilmæli til Føroyar, ið fevna um mestsum øll økir í samfelagnum. Hesi tilmæli hava verið til umrøðu í landsstýrinum í dag.

Serfrøðinganevndin leggur áherðslu á, at tey mæla til, at øll tilmælini verða framd í tøttum samráði og virknum samstarvi við áhugafeløg, ið umboða fólk, ið bera brek.

"Vit hava gjørt stór framstig, eitt nú við nýggju lógini um brekumboð, men vit viðurkenna eisini, at arbeiðið ikki er liðugt. Tí er alneyðugt, at vit saman við áhugafeløgunum halda áfram við at betra um viðurskifti og rættindi hjá fólki, ið bera brek, í øllum økjum í samfelagnum”, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.
Tað er Almanna- og mentamálaráðið, ið hevur samskiparaleiklutin sambært breksáttmálanum, ​meðan hvørt stjórnarráð sær hevur ábyrgd av tilmælunum á sínum málsøki.

“Tilmælini fevna breitt, og eru til málsøkir hjá øllum landsstýrisfólkunum. Tí er tað av týdningi, at vit umrøða hesi í felag, og saman seta sjóneykuna á framhaldandi at fremja batar, við tí fyri eyga, at Føroyar verður eitt virðiligt og javnsett samfelag, sum er atkomuligt fyri øll”, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gadus verður seldur og Kósin afturlatin
Tilmæli til Føroyar í mun til breksáttmá…
4 nýggir lærlingar byrjaðir í TTS
Hvat lærir skriftin um útveljing? – møti…
Hetta kann gera stóran skaða
ÁLOPIÐ FÆR STÓRAR AVLEIÐINGAR - MEN LARM…
Hetta luktar illa!
Vit koma til skilagóðar loysnir
Varðin: Stjórin í nýggja sølufelag­num ei…
Viberg Sørensen á Torradøgunum
Eitt val ímillum Danmark og  Trump
Líggjas tilnevndur til Ítróttastjørnusko…
FK blaðið lagt á hyllina
Blái Krossur í nýggj hølir
Fleiri lógu um 10.000 pund
John D. Olsen og Edva Jacobsen vitja Nor…
2024 royndist væl hjá Jógvani I
Leiðaradagu­rin: Ári Eldjarn heilsar
P/­F Articon - Broyting í eigaraviðurski…
679 lúsakanningarferðir í 2024