Lýsing
Lýsing
Lýsing

Rannvá Joensen fer frá

SKRIVAÐ: skulatrod.fo  |  24.01.2025 - 11:28 Myndarøð Tíðindi

Rannvá Joensen, varaskúlastjóri, fer nú frá fyri aldur aftaná 37 ár sum lærari, og hon var við til sín seinasta morgunsang á Skúlatrøð

Skipað var fyri morgunløtu, har Rannvá var við til morgunsangin hjá teimum yngru og hjá teimum eldru, fyri at takka fyri tíðina og geva teimum eina heilsan.

Rannvá ynskti, at sangurin í morgun skuldi verða Gakk tú tryggur, tí hann er serstakur og vakur og kann brúkast til rættiliga nógv viðurskifti í lívinum.

Rannvá tók nøkur brot úr sanginum og tosaði um týdningin og boðskapin, at vit skulu taka tað góða til okkum og vera øðrum fyrimyndir. Vit skulu ikki fara við, tá vit verða drigin at gera tað skeiva, og hóast vit snáva, so er Gud altíð nær.

Vit skulu vera góð við hvønn annan, og tað duga vit á Skúlatrøð, tí vit hava havt fleiri tiltøk fyri at hjálpa øðrum, sum tørva hjálp ella ikki hava tað gott.

Rannvá ynskti, at øll skulu hava tað gott og taka sangin til sín.

Rannvá elskar at hoyra børnini syngja, og til morgunsangin sungu bæði skúlakórini fyri henni. Eldra skúlakórið sang til morgunsangin hjá teimum yngru, og yngra skúlakórið sang til morgunsangin hjá teimum eldru.

Til endans takkaði Rannvá næmingum og starvsfólkum fyri tíðina og segði, at hon ynskti okkum alt gott, og at hon fer at sakna øll á Skúlatrøð.

Vit á Skúlatrøð fara at sakna Rannvá í skúlanum. Vit vilja takka henni fyri alt, sum hon hevur verið fyri skúlan, næmingar og starvsfólk øll hesi árini og ynskja henni blíðan byr og Harrans signing.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kalsoyingar stúra
Evnaríkur unglingur tekur arvin
Blákollan 25 ár
Júst 13 ár síðan rennisjógvur var í Klak…
Hesir vóru til lands í Íslandi um ár 190…
Ræðuherferðin hjá Sambands­flokki­num í fu…
Starvs­felagið: Fimm valevni til nevndina
Torradagar: Heimurin á einum vegamóti
Tilnevn­ingar til ÍtróttaNAVNIÐ 2025
Andras Nolsøe vitjar Norðlýsið
Kunning um parkeringsviðurskifti við Kla…
Nýtt vinnunetverk stovnað í Klaksvík
Klakkur landar 185 tons
Sloans Savn letur upp og minnisvarði ver…
Klaksvíkar Sjúkra­hús, stovnað 1898 – 128…
Hugnaløta um gomlu Klaksvíkar kirkju
Lat okkum seta hol á eina Føroyska rúmda…
KÍ og HB í stórsteypadystum
Tiltøk í Havn og Klaksvík: Hvat kunnu Fø…
“Til havnar vit fara”... á kvæðastevnu