Lýsing
Lýsing
Lýsing

Son of Fortune á Summar Festivalin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  31.01.2025 - 11:49 Mentan Tíðindi

Son of Fortune spælir støvutan rokk og inniligar balladur beint frá livrini á ársins Summar Festivali

 

Son of Fortune verður við á Summar Festivalinum í august.

Benjamin Petersen, ið kallar seg Son of Fortune, gleðir seg at geva festivalgestum eitt ordans brak av eini framførslu. Eina góða blanding av brimbardu Føroyum og Nashville Tennessee.

Seinasta útgávan hjá honum, Voodoo Pop, varð upptikin í Nashville saman við monnum, ið hava arbeitt við Chris Stapleton og Jack White.

Eisini hevur hann spælt við navnframa Kris Kristofferson, sála.

Haraftrat var sangur hansara "Sunday in Music City" kosin Ársins Sangur  í úvarpssendingini Jambalaja í 2021. 
Son of Fortune spælir sjálvandi tey eyðkendu “AVE” løgini, men eisini er nýggjur tónleikur ávegis, sum verður at hoyra á Summar Festivalinum í august.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar frá 7. til 9. august.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ a vann 1-0 á KÍ b
Nýggi barna­leiku­rin “Hevur tú sæð Carmen…
Netálopið kostaði 4,8 mió krónur
Neptunus (Eiðisjaktin)
Hans Poulsen 95 ár
Son of Fortune á Summar Festivalin
Stóra fiskaborðið á Café Gloria
Ung og rúsevnir
Epli og røtur av Sandi
Føroyamál lýsir búmerkjakapping
Hedvig nýggjur aðalskrivari í Barnabata
Tilbúgingar­nevndin fyri SKS hevur skipað…
KÍ hevur avlýst túrin til Vágs
KÍ má menna partin í spæli
Richard I. Isaksen verður 90 ár leygarda…
Kyndilsmessudansur í Haralssundi
Jákup B. Andreasen vitjar Norðlýsið
Posta fokuserar virksemið
Atlantic Airways heldur avtaluna
Frost ávirkar KÍ-fyrireikingarnar