![](/upload/cache/images/336201-336400/6180f4d96c839389abad7c9dd5863617b33c6de6_w1152_h0_fS.png)
Danir 400 milliardir í umsetningi av kryolittvinnu í Grønlandi
“Mineralið nærmast glitraði í jarðskorpuni við eini styrki, sum tendraði ljós í eygunum á danska statinum”. Soleiðis verður skrivað um áhugan hjá Danmark fyri kryolitti í Grønlandi, sum danir í gott 130 ár útvunnu og seldu. Tað varð kallað ”tað hvíta gullið” og soleiðis, Grønlands hvide guld, eitur dokumentarurin hjá DR um evnið eisini.
Ítøkiliga snýr tað seg um, at danir árini 1854-1987 vunnu mineralið kryolitt úr undirgrundini við Arsuk-fjørðin í útsynningsgrønlandi, og nú eru fólk farin at rokna út virðið. Fólkini handan dokumentarin hjá DR hava kannað umfatandi tilfar av søguligum skjølum, eitt nú ordrabøkur hjá kryolittfeløgunum. Búskaparfrøðingurin Torben M. Andersen er kunnaður um tølini, og hann sigur, at talan er um tøl í tí heilt stóru skala’ini. Torben Andersen er formaður í grønlendska Búskaparráðnum og professari við Aarhus Universitet í Danmark.
Hesi 133 árini hava fleiri feløg verið við í kryolittvinnuni, og síðani 1940 hevur tað verið Øresund A/S, sum hevur havt rættindini, meðan danski staturin somuleiðis fór uppí sum hjáeigari. Frammanundan hevði staturin longu vunnið pening upp á kryolittvinnuna gjøgnum avgjøld á rættindahavararnar. Torben M. Andersen sigur, at Øresund A/S hevur havt stór yvirskot, eins og at staturin hevur vunnið nógvan pening gjøgnum avgjøld og vinningsbýti.
Júst hvussu nógv, hetta hevur givið, er óvist, men við at rokna upp á umsetningin – sum Torben M. Andersen eisini ger – verður komið fram til talið 400 milliardir danskar krónur í nútíðarvirði. Andersen sigur tó, at talan er um eina upphædd yvir sera mong ár, og at umsetningurin sum so ikki sigur nakað um yvirskotið. Eisini tekur hann fyrivarni fyri, at tað eru meira enn ein máti at umrokna tátíðarvirði um til nútíðarvirði.
Peter Schmidt Hansen, sum er fyrrverandi stjóri í kryolittfyritøkuni, metir ikki, at talið 400 milliardir er rættvísandi. Hann heldur, at ein bert skal hyggja at yvirskotinum, ikki umsetninginum, og taka menningina í brúkaraprístalinum við í metingina. Við at gera tað, kemur Peter Schmidt Hansen fram til eitt tal millum 13 og 17 milliardir. Hann sigur tí, at tað rættasta hevði verið at brúkt talið 15 milliardir um tað, sum Grønland ”i første omgang er gået glip af”.
Hesin dokumentarurin hevur tó longu gjørt, at bæði í Grønlandi og í Danmark hava fólk fingið eyguni upp fyri, at Grønland avgjørt ikki bara er ein útreiðsla fyri danska statin – ein fatan, man vanliga fær av kjaki um blokkstuðulin frá Danmark til Grønlands. Eitt nú sigur Søren Rud, lektari við Københavns Universitet, og sum granskar í kolonialismu, at hetta setir fatanina um Grønland í eitt nýtt ljós. Frank Sejersen, sum er lektari innan grønlendsk og arktisk viðurskifti, eisini á Keypmannahavnar Universiteti, sigur somuleiðis, at tað at hava Grønland í ríkinum sanniliga eisini hevur gagnað dønum, og peningastreymurin hevur avgjørt ikki bert verið einvegis.
Múte B. Egede, landsstýrisformaður í Grønlandi, sigur, at hvørja ferð tey hava sett fram ynski um at vera meira sjálvstøðug, so eru tey møtt við, at Grønland bara er ein útreiðsla, at so verður blokkstuðulin tikið burtur, ella at grønlendingar bara eiga at vera takksamir. Dokumentarurin fortelur tó, at har er øgiligt ríkidømi í Grønlandi, og Egede sigur við støði í tí, at ”Sjálvandi hava vit ikki bert verið ein útreiðsla”.
Dokumentarurin kann síggjast her: https://www.dr.dk/drtv/program/groenlands-hvide-guld_506795
Kelda og víðari lesnaður: https://www.dr.dk/nyheder/indland/i-130-aar-hev-danske-firmaer-unikt-mineral-op-af-groenlands-undergrund-og-skabte-en