
Vælkomin, kæra Nýskipanarnevnd!
At ein faklig nevnd er sett at koma við uppskotum til almennar sparingar er kærkomið. Og fyrsta útmeldingin frá formanninum um at byrja í erva er eisini tann mest upplagda. Tí tað er munandi lættari at fáa fólkið við upp á sparingar, um tey á ovastu rókunum ganga undan sum góðar fyrimyndir.
Tá politikarar loksins taka seg saman og gera nakað, so verður ofta spurt ”Hví hava tit ikki gjørt tað fyrr?”, og tað kunnu tað vera góðar grundir til at spyrja. Men júst her tykist tað ikki, sum um politikararnir hava drálað óneyðugt. Tað er meira ein staðfesting av, at politiska skipanin ikki sjálv megnar at fremja neyðugu sparingarnar. Og politikararnir, sum hava sett rationaliseringarnevndina, fáa ikki sjálvir nakrar fyrimunir av, at farið verður í holt við at spara beint upp undir eitt val, og eiheldur av útmeldingini um, at byrjast skal í erva. Tí ”í erva” merkir hjá teimum sjálvum.
Onkur uppskot eru longu komin til nevndina. Megd heitir á nevndina um at taka atlit at fólki, ið bera brek, og tað er sjálvandi heldur ikki har, at sparast skal. Hugskotið um at byrja í erva er tað einasta rætta. Eitt annað uppskot hevur verið at minka talið av aðalráðum og annars at rationalisera í fyrisitingini, og tað er bæði gott og skynsamt.
Siðvenjan í dag er, at talið av aðalráðum í Føroyum verður ásett av nýggjum við hvørja samgongusamráðing. Tað sprettir ikki úr einum samfelagstørvi, men er eitt puslispæl fyri at fáa eina samgongukabál til at ganga upp. Verandi tal av aðalráðum, ið er 9, er sprottið úr, at til seinasta val fekk Javnaðarflokkurin 9 tingfólk, Tjóðveldi 6 og Framsókn 3, og innanhýsis-lutfallið gjørdist tí ávikavist 4, 3 og 2 aðalráð. Og vit síggja í heilum almanna- og heilsumálaráðið fara sundur og saman aftur, eins og vit fáa sniðfundigar konstruktiónir, har vinnumál eru saman við mentan nú og uttanríkismálum tá, skúlamál eru saman við barnamálum nú og mentamálum tá og so framvegis.
Hvørja ferð, hetta verður gjørt, skulu aðalstjóraembæti upprættast og niðurleggjast, og aðalstjórarnir eru tænastumenn, sum skulu hava fulla løn í 3 ár eftir uppsøgn. Tí mugu vit antin gjalda kasseraðu aðalstjórunum fulla løn, uttan at teir eru til arbeiðis, ella eisini upprætta teimum heilt nýggj størv, sum ikki eru úrslit av einum samfelagsligum eftirspurningi, men bert eru har vegna samgongukabálina. Her hevði verið nógv at spart við at sett talið av aðalráðum niður til til dømis 6, og at hildið tað har. Ikki beinanvegin, men longu eftir 3 árum.
Eitt, sum javnan hevur verið frammi, er at spara burtur dupultfunktiónir. Her verður sjúkrahúsverkið javnan tikið fram, men tað er ikki tað mest upplagda dømið, havandi í huga bæði frástøðuna millum sjúkrahúsini og tað, at sparingarnar tá eru at spara upp á tænastuna til samfelagsins veikastu, t.e. tey sjúku. Nei, aftur her er upplagt at byrja í erva:
Í løtuni hava 5 aðalráð til húsa í Tinganesi. Hesi ráðini brúka somu bygningar, men kortini hevur tað víst seg striltið at fáa í lag stórrakstrarfyrimunir. Ben Arabo, formaður í Nýskipanarnevndini, vísti sjálvur í lesarabrævi á tað tragikomiska (les: láturliga) í, at landsstýrisfólkini í umhvørvismálum, fiskivinnumálum og uttanríkismálum undirritaðu eina ”trípartaavtalu” um samstarv tvørtur um síni aðalráð. Tí sambært Ben var tað onki minni enn ein sjálvfylgja, at aðalráðini samstarvaðu. Eitt sjónarmið, sum tey flestu munnu kunna taka undir við honum í, men sum politikararnir ikki síggja sjálvir.
Hiðani skal verða ynskt Nýskipanarnevndini vælkomnari og hepna hond við átrokandi rationaliseringsarbeiðinum.