Nýggir møguleikar fyri fólk við niðursettari hoyrn
30 ár við CI- Cochlear Implant í Danmar og Føroyum gevur nýggjar møguleikar fyri fólk við niðursettari hoyrn.
Lone Percy Smith, Adjungeraður professari, PhD, MA Audiologopæd frá Center for Hørelse á Ríkissjúkrahúsinum og Bispebjerg hospital, hevði eina framløgu í Smæruni seinnapartin í dag.
Hennara boðskapur er, at fyri børnini er tað umráðandi, at tey læra hjartamálið hjá foreldrunum, soleiðis at tey kunnu hoyra og tosa við foreldrini. Fáa hoyri- og taluvenjing.
95 % av foreldrunum hjá børnum, ið hava niðursetta hoyrn eru normalt hoyrandi.
Audiologopædisk gransking er gjørd við fokus á vinningin av hoyrnarstøði, talumáli og trivna fyri børn við hoyrimissi. Lívslong venjing av hoyrnarsansinum er avgerandi fyri, hvør úrtøkan verður.
Í Føroyum byrjaði mann við neonatal hoyriscreening av nýføddum 1. februar 2013 á Landssjúkrahúsinum. Skipanin fevnir um børn fødd eftir 1. februar 2013.
Tilboðið er skipað á Oyra-nøs-hálsdeildini/ Hoyriklinikkini. Ábyrgdarhavandi er Bjarki Ellefsen, yvirlækni.
Endamálið við hesum er, at børn, sum verða fødd deyv ella tunghoyrd, so skjótt sum gjørligt verða funnin, soleiðis at neyðug viðgerð kann verða givin.
Ein, ið er føddur deyvur, men fær CI, er hoyrandi og kann tað sama sum øll onnur hoyrandi við sínum CI.
Tá eitt barn fær CI fær familjan og tey, ið eru rundanum barni AVT undirvísing.
AVT er ein stytting fyri Auditory Verbal Therapy (auditiv verbal terapi – hoyri- og taluviðgerð).
Tá børn fáa CI, er AVT undirvísing avgerðandi fyri, at barnið fær eitt gott úrslit við CI.
I einari AVT-undirvísingartilgongd stimbrast hoyrnarsansurin til tess at styrkja tey øki í heilanum hjá barninum, ið hoyra. Foreldur luttaka í allari AVT-undirvísing og brúka tað, ið tey læra, í gerandis virksemi saman við barninum.
Málið er, at barnið fær aldurssvarandi talumál, og at tann málsliga menningin eisini gevur barninum góða sosiala integratión.
Síðan januar 2023 hevur man í Danmark, sum eitt av teimum fyrstu londunum í heiminum, bjóðað AVT tilboð til øll børn (0-6 ár), ið hava niðursetta hoyrn, og teirra foreldur, og somuleiðis til størri børn, ið hava fingið CI (6-18 ár).
AVT tilboðið er ein partur av allari audiologisku viðgerðini við útgreining og hóskandi hoyritøkni.
AVT undirvísingin er lagað til hvørt einstakt barn sær. Fyri børn í aldrinum 0-6 ár er tíðarásin 3 ár, og fyri børn í aldrinum 6-18 ár 1 ár.
Til AVT undirvísingina, fáa mammur, pápar, ommur og abbar undirvísing í ávísum mannagongdum og arbeiðshættum, sum ger tey før fyri at brúka amboðini í gerandisdegnum. Harvið verður AVT ein lívsstílur hjá familjuni, har barnið verður møtt við auditivari stimbran í øllum umstøðum í gerandisdegnum.