Lýsing
Lýsing
Lýsing
Serliga whisky'ið hjá Einar's Distillery hjá Föroya Bjóri fær góð skotsmál í nýggjari grein í viðurkenda National Geographic | Mynd: National Geographic

Föroya Bjór vekir ans í National Geographic

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.09.2025 - 17:41 Mentan Tíðindi Vinna

Lítla bryggjaríið í Klaksvík, Föroya Bjór, verður umrøtt í sera rósandi orðingum í viðurkenda National Geographic.

 

Greinin lýsir søguna og menningina hjá Einar’s Distillery í Klaksvík, sum er ein partur av familjufyritøkuni Föroya Bjór. Komið verður inn á nærum-aldarlanga sølubannið móti sterkum rúsdrekka í Føroyum, men at bryggjaratraditiónin hjá Waag-familjuni helt fram. Bannið byrjaði í 1907 og gjørdi tað ólógligt at framleiða og selja sterkt rúsdrekka, men loyvdi avmarkaðum innflutningi til privatnýtslu frá Danmark.

Greinin kemur inn á, hvussu Föroya Bjór yvirlivdi hesi árini við at framleiða leskidrykkir undir navninum Jolly, og Jolly-Cola er enn í dag meira vælumtókt enn Coca-Cola í Føroyum. Í 2012 varð bannið móti at framleiða sterkt rúsdrekka avtikið, og Waag-familjan kundi endiliga byrja at framleiða sterkt spiritus; nakað sum hevði verið dreymurin hjá familjuni í fleiri ættarlið.

Einar’s Distillery framleiðir nú akvavitt og whisky við íblástri frá føroyska landslagnum og veðurlagnum, stendur eisini at lesa, og hvussu akvavittið er gjørt úr lokalum urtum og vatni, meðan whisky’ið fær sín serliga smakk frá saltinum í luftini og temperaturinum í Føroyum – umstøður, sum eru ideellar til whisky-lagring.

Annika Waag, fjórða ættarlið í familjuni, greiðir frá. Hon undirstrikar týdningin av at halda fast við siðvenjur og mentan: “Hetta er máti vit altíð hava gjørt tingini — og soleiðis fara vit at halda fram. Tað er okkara arvur.”

Greinin kemur inn á, at distillaríið hevur eisini eina sterka umhvørvisliga tilvitan, har fløskur og kassar verða endurnýtt og endurvunnin. Hóast útflutningur er torførur vegna stødd og staðseting, trýr Annika Waag, at søgan og sermerkta umhvørvið geva vørunum eina dýpd og autensitet, sum whisky-kennarar og -elskarar kring heimin seta stóran prís uppá.

 

Øll greinin kann lesast her: Greinin í National Geographic

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seðlarnir koma út kl 9
Toppdystur í Runavík sunnudagin
Takk fyri innliving, samhuga og -hugna,…
22 hval lagt beinini í Hvannasundi
Föroya Bjór vekir ans í National Geograp…
Møguliga lopnar í avgrundina
Vælkomin, kæra Nýskipa­nar­nevnd!
Irina Hayrapetyan í Varpinum sunnudagin
Reyði Krossur bankar á dyrnar í dag
Nýggir møguleikar fyri fólk við niðurset…
Myndarøð: Góvu Kroatia dyst til síðsta b…
Serligur dagur var í dag hjá RVtøkni
Betri avlop á 146 mió krónur
Veðrið um vikuskiftið
7 maskinsmiðir útlærdir á KSS
Nevndarlimir hjá Føroya Fiskimanna­felag…
Yrking: Tá Grundick var í Vestur­grønland…
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Vinarbýarsamstarvi millum Klaksvík og Ta…
Eiga ella leiga ?