Lýsing
Lýsing
Lýsing
Skiftandi skýloft vestureftir í gjár. Tað fer at vera skiftandi í vikuni, sum stendur fyri framman. Vit fara at hava løtur við sólglottum í hampuliga frískum loti. Seinnapartin í vikuni fer loftið at vera nakað myrkari, og næstan onkur heilur dagur fer í regn. | Mynd: Hilda Sjúrðardóttir

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  07.09.2025 - 12:55 Tíðindi Veðrið

Í vikuni, sum stendur fyri framman, fer ættin næstan alla tíðina at vera sunnan ella landsynningur. Vindferðin eitt sindur meiri, enn vit hava verið von við í summar. Nógvar turrar løtur, men eisini ælaveður. Seinnapartin í vikuni og fram ímóti vikuskiftinum vera løtur við samregni.

At veðurmyndin ikki broytist tað stóra, kemur av einum lágtrýsti, sum hevur parkerað seg vestan fyri Skotland. Tað liggur har og dýpist í dag og í morgin. Týsdagin fer tað at ganga ímóti Íslandi. So er friður, men longu hósdagin fer eitt annað lágtrýst at leggja seg í sama stað, og so byrjar alt umaftur.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Í morgin:

Hann kemur lágt allan dagin – t.e., at ættin er sunnan. Um morgunin 5 til 10 m/s, loftið smá- ella hálvskýggjað við sól ella sólglottum. Seinnapartin veksur hann upp í 8 til 13 m/s, enn smáskýggjað men okkurt ælið í støðum. Hitin 10 til 15 stig.

Týsdagin:

Enn suðurætt, 5 til 10 m/s, men viðhvørt eitt sindur meira vindur, 13 m/s. Loftið hálvskýggjað og okkurt ælið. Um náttina gongur hann eysturum til landsynning. Hitin 10 til 15 stig.

Mikudagin:

Veksandi vindur av landsynningi úr 3 til 8 m/s á morgni upp í 8 til 13 m/s á middegi. Allan dagin smá- ella hálvskýggjað og okkurt ælið í støðum. Um náttina samdrigið og regn. Hitin 10 til 14 stig.

Hósdagin:

8 til 13 m/s av eystri, samdrigið og regn. Seinnapartin slítur í og verður klárari, meðan hann gongur niður í landsynning og minkar vindin niður um 5 m/s. Um náttina lítið lot av ymsum ættum og okkurt ælið í støðum. Hitin 10 til 15 stig.

Fríggjadagin:

10 til 15 m/s av útsynningi, skýggjað og regn ella ælaveður. Seinnapartin gongur hann niður í sunnan og minkar vindin niður í 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið í støðum. Hitin 9 til 13 stig.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
 Julian Gregersen hevur sett eitt knúsan…
Vit takka øllum fyri Krúndiamant­brúdleyp…
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Jóan Pauli Jacobsen er aftur í KÍ
Dávid og Jóhan kunnu samráðast við onnur…
Uordenlighed
Framsýning av jóla­borðum
Barnaheim Nólsoyar Páls
Eg mynstri av
Andreas Odbjerg á Summar Festivalin
5B kunnu loysa í morgin
Ungur íverkseti við stórum dreymum
Lítla sjúkra­húsið við alstóra týdninginu…
Kongametið fyri falli?
Nei, Føroyar lata ikki ukrainsku verjuni…
Formula jólamenn: - Vit spreiða jólagleð…
Nýggj barnabók um stríðið millum Sigmund…
Føroysk luttøka í British Rowing Indoor…
Anfinn: - Vit bjóða út fyrsta dagin
Jólahús í Skansa­húsinum