Torraskráin TÝSDAG
Nógv spennandi er á skrá í dag. Listaframsýningar hugnaløta í Smæruni og sang- & hugnaløt í Varpinum við Suð og 17 Sangarum.
Kunna teg nærri um skránna her
KL. 09.00 - 21.00 CAFÉ FRÍÐA
KL. 9.30 EMMAUS
MENN HITTAST Í EMMAUS TIL EINA ANDAKT, morgunkaffi og prát. Hjartaliga vælkomnir
KL. 10.00 - 16.00 SPINNARÍIÐ
Spinnaríið við Ánna vitjar á Torradøgunum í Klaksvík Spinnaríið við ánna, stovnað á sumri 2024, er fyrsta mikrospinnarí í Føroyum. Spinnaríið við ánna er á Skeravegi 5 í Skopun, har føroysk ull, okkara gull úr vøkru nátturuni verður vaskað, karðað og spunnin til lekkurt serføroyskt tógv
KL. 10.00 - 16.00 SPINNARÍIÐ
Jana Skorheim Sørensen fram fýra teppi, hon hevur gjørt. Framsýningin letur upp týsmorgunin 18. februar klokkan 10.00.
KL. 10.00 - 16.00 SPINNARÍIÐ
HUGNADAGUR VIÐ ULLAVIRKING Hvønn týsdag er ullavirking í Spinnarínum, har Anna Evensa Abrahamsen hevur frálæru í ullavirking og spinning Skeiðið verður eisini týsdagin í Torravikuni – kaffi er á kannuni.
Áhugafelagið Spinnaríið bjóðar kaffi og okkurt søtt afturvið. Øll eru vælkomin.
KL. 11.30 - 15.00 ANGUS
OPIÐ Sí matskrá og bílegg borð Serligur Torra-borðseðil Angus.fo – 457777
KL. 12.00 - 20.00 CAFÉ FRÍÐA
Hvønn dag í Torravikuni Serligur Torra-borðseðil – sí Frida.fo Eisini er annað mangt á borðseðlinum
KL. 13.00 - 17.30 BLÁI KROSSUR FØROYA
Nólsoyar Pálsgøta 22 Klæðir kunnu latast inn allar dagar Vælkomin inn á gólvið
KL.13.00 – 17.00 DUGNI, TINGHÚSIÐ - KLAKSVÍKVEGUR 56
LISTAFRAMSÝNING Tað er Louisa Sivertsen, sum sýnir fram verk síni – ein søluframsýning Í samstarvi við Kondittarí Marietta selja tey kakur afturvið einum góðum drekkamunni. Tú ert vælkomin at støkka inn á gólvið
KL. 14.00 – 16.00 VARPIÐ FOYERIN
NORÐOYA LISTAFELAG SÝNIR FRAM LISTAVERK – í kjallaranum í Varpinum Ein afturlítandi framsýning við verkum hjá Norðoya Listafelag
KL. 15.00 – 20.00 GALLARÍ Á STONGUNUM
LISTAFRAMSÝNING VIÐ Lydiu Petersen og Jógvan K. Glerfoss Á Torradøgum og eftirfylgjandi dagarnar, 18. – 27. februar, verður listaframsýning í Gallarí Á Stongunum
KL. 16.00 SMÆRAN VEÐURSJÚKA
UNI ARGE GREIÐUR FRÁ ÚR BÓKUM SÍNUM ”VEÐURSJÚKA I OG II” Greitt verður m.a. frá um, at vit stundum gerast veðursjúk, og at nú sigst veðrið eisini sjálvt at vera vorðið sjúkt – Veðrið verður sett á skák við einum skálkasmíli eisini Kaffi er á kannuni
KL. 17.00 - 21.30 ANGUS OPIÐ
Sí matskrá og bílegg borð Serligur Torra-borðseðil Angus.fo – 457777
KL. 19.00 KLAKSVÍKAR BÓKASAVN BINDISKEIÐ VIÐ SÁRU MRDALO FRÁ NAVIA Vit fara at binda ymiskt struktur- og holmynstur. At hava við: Ermastokkar nr. 4 (umleið) og hóskandi tógv, minst tveir ymiskir ljósir litir, saks og blýant.
KL. 19.30 VARPIÐ
SANG- OG HUGNALØTA Í VARPINUM - 17 sangarar og SUÐ, har Pætur við Keldu eisini spælir undir Pætur fer eisini at spæla onkur løg solo. Felagssangur er eisini á skrá Eisini fara vit at hoyra eitt SPIRIO[1]stykki á flyglinum