Lýsing
Lýsing
Loyvt at landa 25% uttanlanda heldur enn 50%
Tað var ein av broytingunum, sum verður gjørd í uppskotinum um broyting í Sjófeingislógini, sum verður lagt fyri Løgtingið fríggjadagin.
Tað kom fram á Torratinginum í Varpinum í Klaksvík í gjárkvøldið. Grundgevingin hjá landsstýrismanninum var, at endamálið við broytingini ikki er at reka fleiri tons av landinum. Í løtuni er bert loyvt at landa 15% uttanlanda, og eisini formaðurin í Fólkaflokkinum segði, at tað gevur ov lítið rásarúm hjá vinnuni. Ætlanin hjá Dennisi Holm var at hækka tað til 50%, men nú er eitt kompromis funnið, sum sigur 25%.
Ein onnur broyting var, at miðsavningarreglan dettur burtur.
Seinastu tíðindini