Lýsing
Lýsing
Lýsing

Frálík Torrakafé við Viberg

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  21.02.2025 - 11:42 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað var ein framúr Torrakafé í Betesda í gjár, sum so oftani fyrr. Hesaferð var tað Viberg Sørensen, sum greiddi frá sjólívi sínum, har rættiiga nógv fólk møtti upp.

Viberg er fróðarmaður, hugsar annarleiðis, brýtur upp úr nýggjum, væl lisin og fór vítt umkring – heilt aftur í tíð.

Tó at hann tók nakað av tíðarkvotuni, sum varð ásett, so var eingin løta keðilig. Tú sat sum á nálum alla framløguna, har hann eisini hevði myndir og árstøl við.

Tað er torført at endurgeva ein slíkan mann til fullnar, so her er bert eitt graml av tí nógva góða, Viðberk hevði at greiða frá – eisini av egnum eygleiðingum.

Páll Nolsøe plagdi at ganga hjá abba og pápa Viberg at frætta søgur um sigling og sjólív. Stórur partur av hesum endaði sum Føroya Siglingarsøga, hann seinni gav út.

Viðberg var elstur av fimm systkjum. Hann fekk tíðliga hug til sjóvin, og tá ið pápin so keypti skip, bar ikki til at bíða meir, tó at skúlin valla var liðugur. Jú, tað eydnaðist, hann slapp við.

Men eftir manningarlistanum, so var eingin koyggja til Viðberg. Tó pápin fann uppá ráð. Inni á skiparakamaranum negldi hann eitt skotti saman sum rammu á dúrkinum. Her legði pápin seg, meðan Viberg slapp at liggja í skiparakoyggjuni. Hetta helt Viberg vera í so nógv av tí góða – og bondini millum faðir og son styrktust bara enn meira.

Tey nógvu fyrstu árin var Viberg á línuveiðu, tó at Leivur Øssurson, trolarin kom í 50-unum, so var tað eina mest línan, hann helt seg til.

Tað var ein strævin tíð m.a. í Grønlandi við lítilum prísi. Seinni fór Viberg á skiparaskúla, ið hann viðmæltu øllum ungum, sum vóru á sjónum at gera – at útbúgva seg.

Í 1960-unum og fram var Viberg nógv á ídnaðarveiðu út frá Esbjerg, har tá vóru hundraðtals bátar har tá. Her var hann knýttur at ymiskum bátum.

Viberg hugsaði altíð næsta leik. Hvussu kann hetta, eg geri, gerast betri og annarleiðis. M.a. tí hevur hann roynt nógv ymiski - við gørnum, línu, eisini á laksaveiðu, ja, enntá royndi hann at roykt fisk umborð, tí hann metti, at fiskurin, sum kom til góðskingar á landi, var ov gamal.

Tí riggaði hann eitt roykjarí umborð á tí eina bátinum, hann fiskaði við.

Viberg varnaðist, at asiatar fyri árum síðani fiskaðu tunfisk á okkara leiðum. Hetta helt hann, at føroyingar eisini kundu fingið nakað burturúr, og fekk tí arbeitt so fyri, at tann partur, sum var í føroyskum sjóøki, áttu vit lut í. Tí tók ein ávís tunfiskaveiða seg upp her.

Hann hevði góða samvinnu við japanara og slapp við einum slíkum tunfiskaskipi. Teir høvdu ein navigatiónsskipari og ein fiskiskipari umborð.

Fiskurin bleiv fristur niður til minus 75 stig og síðani goymdur við 55 stigum. Viberg metti, at á okkara leiðum er nógvur tunfiskir nú.

Viðberg fór langt aftur í tíð og helt, at føroyingar høvdu verið nokkso undirbrotligir. Kongur átti Føroyar, har kongaligi einahandilin hevði sett hetta oyggjasamfelagið langt aftur í tíð.

 - Hugsa tær, at skula fara við árabáti til Havnar at keypa. Kvinnur skuldu hava pass fyri at fara til Havnar.

Hettlingar fiskaðu tá við størri bátum, og meinti Ployen, at føroyinga máttu kunna fiska meir við Føroyar - Neyðugt var at útvega betri útgerð, bátar og reiðskap.

Jóhan Hendrik Weyhe hevði deksbátin, Tveraa frá 1837 – 1844. Hetta er helst fyrsta skip við dekki, sum bleiv kontraktað úr Noregi til fiskiskap við Føroyar.

Men hvat, tá ið teir skuldi selja fiskin, máttu teir gjalda toll fyri fiskin.

Tá ið tað fyrst í 1900 vóru mest av skipum - sluppir á Tvøroyri, lógu 43 skip á fjørinum har – Í Klaksvík vóru í 1911 fimm sluppir. Kjølbro byrjaði sín fyrsta handi i 1912.

Nú er myndin ein onnur. Tað er gott, at tað gongst væl í Klaksvík! Hetta eiga vit øll at fegnast um.

Blithesome sakk

Viberg fór, sum sagt nógv aftur í tíð, og kom m.a. inn á søguna um Blightsome og Coraliu, har lítla skipið ella báturin, Coralia, sum bjargaði manningini av Blightsome á Kappanum í ódnarveðri á sinni.

Fyrst í september mánaði 1935 komu fleiri føroysk skip, ið vóru á heimleið, í eitt herviligt ódnarveður, og hóast ikki øll komu afturíaftur, fórst eingin maður.

Tað var í hesum ódnarveðrinum, at Blithesome sakk, og at manningin undir sera hættisligum umstøðum varð stjórað umborð á Coraliu. Klaksvíkssluppirnar Coronet og Carlton vóru eisini illa staddar í sama ódnarveðri. Coronet misti stórmastrina og rak til Nýfundlands og kom ongantíð aftur.

Pápin, Mortan Pauli Johannesen úr Hvannasundi var skipari á Blightsome og sonurin, Kaj Johannesen á Coraliu. Men at allir bjargaðust, var eitt guðsundur, helt Viberg fyri.

Sluppirnar á bankanum

Viðberg hugleiddi um sluppirnar á bankanum undir fyrra kríggi – tann eina dagin 8 í tali. Allar skotnar niður og allir menninir bjargaðir.

Í tí eina bjargingarbátinum, sum var yvirløddur, stóðst ikki vón til at vinna upp land.

Tá ið menninir skuldu fara av sluppini, stóð ein heldur førur maður eftir umborð. Hann sigur við hinar, eg verðið eftir, farið tit. Nei, sigur skiparin, tú skal við! Tó sigur skiparin á sluppini við skiparan á undirvatnsbátinum, at vit eru ov nógvir – vit kunnu ikki allir fara í bátin.

Skjót so eini tríggjar! Sigur týskarin. Nei, tað gera vit ikki. Teir fóru so allir í bjaringiarbátin, ivasamir um, hvussu mundi gangast ta longu leið av Bankanum heilt til Føroyar.

Nakað burtur frá liggur onnur slupp, Sunbeam og fiskar í góðum fiskaríi. Skiparin kemur upp og biður teir hála. Eingin skilti nakað.

So at sigla, og tað gjørdist heldur grátt í mjórka. Tá ið teir høvdu siglt nakað, dagar okkurt undarligt í havsbrúnni. Jú, nú er tað bjargingarbáturin av tí einu sluppini, sum var meir enn fullsettur av monnum. Teir vórðu tiknir upp, og á henda hátt vórðu allir menninir henda dagin bjargaðir.

Hví? Spurdi Viberg – Jú, tað er ein, sum øllum valdar.

Tað verður biðið fyri sjófólkum okkara í samkomuhúsum og kirkjum. Tí eru slikar løtur sum hesar við frásøgum av sjónum so umráðandi - eisini í hesum húsi.

Ein frálík løta, sum tó hon var long, als ikki kendist drúgv – Góð og sigandi!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Torraskráin leygar­dagin
Magnus Rasmussen spyr um fyribyrgjan í s…
Tobbi fyri fullsettum Varpi
Epli og røtur av Sandi
Teknmálscafé í Aulini á Skúlatrøð í morg…
Torra-sjálvtøkuborð á TSK
Torrafyrilestur: Bátur og fólk
Eg sjólívið valdi, men...
Poul Sivar Olsen í Smæruni
Veðrið um vikuskiftið
Frálík Torrakafé við Viberg
Torradagar og munnbitar 
Arbeiði við Norðoya­tunnilin
Klárt at søkja Listaflog 2025
Polarstjørnan upp á beint
Nú fer av álvara at styttast fyri vallyf…
Bumburnar regnaðu yvir Klaksvík, sum tøm…
Framsýning í Spinnarí­num á Torradøgunum
Torraskráin fríggja­dagin
- Hetta er byrjanin til nakað stórt