Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Sólja Jóanisdóttir

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  21.02.2025 - 13:52 Tíðindi Veðrið

Illveður nú seinnapartin, má man siga. 13 til 18 m/s eru av landsynningi, og tað regnar illa.

Um nakrar tímar gongur hann vesturum til útsynning, men enn sami vindur og samdrigið og regn.

Í kvøld fer hann at minka vindin, og sum frá líður er hann komin niður í 10 til 15 m/s. Loftið verður eitt sindur mildari at síggja: smáskýggjað og okkurt ælið.

Hitin í dag er ímillum 5 til 10 stig.

Í morgin fyrrapartin fer vindurin aftur at veksa útsynningi, og út á seinnapartin eru 13 til 18 m/s, saman við skiftandi skýlofti og ælaveðri. Um kvøldið minni vindur, 8 til 13 m/s.

Hitin í morgin 5 til 9 stig.

Sunnudagin gongur hann eysturumaftur til landsynning og veksur vindin upp í 15 til 20 m/s, í støðum upp í storm 23 m/s. Loftið er samdrigið, og tað regnar.

Sum frálíður minkar hann vindin niður í 10 til 15 m/s, men í støðum enn upp í skrið, 18 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður.

Hitin 5 til 9 stig.

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Metstórar skatta­rætt­ingar í 2024
Føroyskir triatletar luttikið í kappingu…
Søgan um Merle Haggard (5:9)
Vinn atgongumerki til Summar­festivalin
Bústaðarmarknaðu­rin kókar og føroyingu…
Julian vitjar Norðlýsið
Integratións­lógin sett í gildi
Hvat við at spara innan kleyvarskap?
Sethúsaprísirnir halda áfram at hækka
Lions og list á ólavsøku
Føroyskir audiologopedar hava stovnað áh…
Ein dýrabar løta við mentan, mati og sam…
Kostnaðu­rin av at reka vinnu má takast í…
Nýggja stuðuls­skipanin til gransking, me…
Parasport Føroyar og Atlantic Airways lo…
Signar syngur við
Málningar á Laksatorginum
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri al…
Sokallaða tjóðarsemjan
Umvæling av ambulatorii­num til skopi og…