Lýsing
Lýsing
Lýsing

Torradagar og munnbitar 

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  21.02.2025 - 11:03 Myndarøð Tíðindi

Nú torradagar eru og nógv tiltøk hava verið og eru í býnum, so hevur matarskipanin á Skúlatrøð eisini sett sjóneykuna á torradagar. 

 

Hvønn fyrrapart hevur matarskipanin borðreitt við munnbitum úr fiskarávøru, og ymiskir munnbitar hava verið hvønn dagin. Næmingarnir hava verið stak forvitnir og djarvir at roynt ymisku munnbitarnar. Tað er gott at stimulera smakkisansirnar og fáa smakk fyri góðsku og heilsugóðari matvøru.

  • Mánadagin var turkað hýsa, tvøst og saltað spik
  • Týsdagin var brellbiti við breyði, royktum laksi og urtasós
  • Mikudagin var nýsteikt mini fiskafrikadella og gularóta- og reyðrótahummusdypp
  • Hósdagin var tortilla við salatfyllu og BBQ-kryddaðari fiskapylsu.

Eitt gott tiltak, sum hevur til endamáls at presentera heilsugóðan mat og eggja komandi ættarliðum at eta heimsins bestu rávøru.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Torraskráin leygar­dagin
Magnus Rasmussen spyr um fyribyrgjan í s…
Tobbi fyri fullsettum Varpi
Epli og røtur av Sandi
Teknmálscafé í Aulini á Skúlatrøð í morg…
Torra-sjálvtøkuborð á TSK
Torrafyrilestur: Bátur og fólk
Eg sjólívið valdi, men...
Poul Sivar Olsen í Smæruni
Veðrið um vikuskiftið
Frálík Torrakafé við Viberg
Torradagar og munnbitar 
Arbeiði við Norðoya­tunnilin
Klárt at søkja Listaflog 2025
Polarstjørnan upp á beint
Nú fer av álvara at styttast fyri vallyf…
Bumburnar regnaðu yvir Klaksvík, sum tøm…
Framsýning í Spinnarí­num á Torradøgunum
Torraskráin fríggja­dagin
- Hetta er byrjanin til nakað stórt