Lýsing
Lýsing
Lýsing

Torraskráin leygardagin

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  22.02.2025 - 06:50 Mentan Tíðindi

Nógv spennandi á skrá leygardagin - Teknmálskafé, Heilsukafé, Gakk og Renn, Torramatiné, Pallborðsfundur, stóra Torra-sjálvtøkuborðið á TSK og mikið annað.

LEYGARDAGUR 22. FEBRUAR 2025

KL. 09.00 - 21:00 CAFÉ FRÍÐA

KL. 10.00 NORÐOYA BÁTAFELAG - Í GAMLA ROYKIVIRKINUM, Faktorsvegur 6 Boðin verður ókeypis morgunmatur – og gott prát!

KL. 10.00 - 16.00 SPINNARÍIÐ

Spinnaríið við ánna vitjar á Torradøgunum í Klaksvík Spinnaríið við ánna, stovnað á sumri 2024, er fyrsta mikrospinnarí í Føroyum. Spinnaríið við ánna er á Skeravegi 5 í Skopun, har føroysk ull, okkara gull úr vøkru nátturuni verður vaskað, karðað og spunnin til lekkurt serføroyskt tógv

KL. 10.00 - 16.00 SPINNARÍIÐ

LÆR AT SPINNA TÍN EGNA TRÁÐ Á LÍTLASTRÁ Guðrun Sundar Hansen, útbúgvin spinni- og vevilærari, hevur skeið í ullavirking í Spinnarínum. Tilmelding: Senda boð við tínum navni og bústaði til gudrun.elttoer@ gmail.com Prísurin er 400 krónur um dagin

KL. 10.00 - 14.00 BLÁI KROSSUR FØROYA Nólsoyar Pálsgøta 22 Klæðir kunnu latast inn allar dagar Vælkomin inn á gólvið

KL.10.00 – 14.00 DUGNI,

TINGHÚSIÐ - KLAKSVÍKVEGUR 56 LISTAFRAMSÝNING Tað er Louisa Sivertsen, sum sýnir fram verk síni – ein søluframsýning Í samstarvi við Kondittarí Marietta selja tey kakur afturvið einum góðum drekkamunni Tú ert vælkomin at støkka inn á gólvið

KL. 10.00 - 15.00 OPIÐ HÚS Á TSK

Allar deildirnar á skúlanum hava opið, og til ber at kunna seg um virksemið á skúlanum. Ymiskar kappingar verða á ymsu deildunum. Eitt nú verður altíð væl umtókta páskaregg-kappingin hjá Serbreytini aftur á skrá. Evnið hesa ferð er “Standmyndir í Klaksvík”. Serbreytin bjóðar eisini vaflur, kaffi og saft. Komandi næmingar og avvarðandi hava eisini møguleika at síggja umstøðurnar á næmingaheiminum. Lestrarvegleiðarar vegleiða um útbúgvingarnar á skúlanum

KL. 10.00 GAKK OG RENN - AVLÝST!

TREYSTI OG TSK SKIPA FYRI HEILSURENNING á rennibreytini við, sum tíverri er avlýst vegna veður - TSK bjóðar tó svalandi drykkir og onkrar brellbitar

KL. 10.30 - 14.30 HEILSUKAFÉ Á TEKNISKA SKÚLA Tekniski skúli skipar fyri heilsukafé á Torradøgunum. Sjúkrarøktarfrøðingar frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi máta blóðtrýst, puls, iltmetting, blóðsukur og lungnafunktión saman við næmingum á ítróttar- og heilsuleiðini á TSK

KL. 11.00 RENNIBREYTIN

VK 6 TREYSTI SKIPAR FYRI RENNIKAPPING. Kappingin er ein partur av Raska vetrarkappingini í renning. Tilmelding fer fram á staðnum áðrenn kappingarbyrjan ella online á heimasíðuni hjá Frælsum Ítrótti Føroya, sum er www.fif.fo

KL. 11.00 – 14.00 TORRA SJÁLVTØKUBORÐ Á TSK

- MATVØRUDEILDIN Næmingar á Matvørudeildini TSK bjóða eitt Torra-sjálvtøkuborð Borðreitt verður við rávørum úr sjónum. Eisini verður okkurt søtt og gott omaná Atgongumerki til Torra[1]sjálvtøkuborðið á 100 kr. fáast í TSK á degnum

KL. 11.00 MAGNSTØÐIN Í KLAKSVÍK BESTU TORRA-EPLI OG RØTUR ÚR TRØÐUM AV SANDI fáast til keyps á Torradøgunum Miðstovugarðurin á Sandi 220203

KL. 11.00 – 15.00 Í AULINI Á SKÚLATRØÐ

- TEKNMÁLSCAFÉ Karl Haldorsson Johansen, borgarstjóri heldur røðu og setur Cafáina Kantinan opin, selur vaflur og drekka. Brunnurin og postarenning til børn byrjar. Tónleikur - Absalon spælir og Unn syngur

KL. 12.00 – 13.00 Í AULINI Á SKÚLATRØÐ - TEKNMÁLSCAFÉ Sjómenn við niðursettari hoyrn, m.a. skiparar, siga frá teirra lívi umborð á skipi og um Bláubók í sambandi við niðursetta hoyrn.

KL. 13.00 – 14.00 PALLBORÐSFUNDUR: ”Kunnu fólk við niðursettari hoyrn verða sjómenn? Hvat siga altjóða reglurnar”? Orðstýrari er Beinta Løwe

KL: 14.30 – 15.00 TEKNMÁLSTULKAR GREIÐA FRÁ ARBEIÐI SÍNUM

KL. 11.30 - 15.00 ANGUS OPIÐ Sí matskrá og bílegg borð Angus.fo – 457777

KL. 12.00 - 20.00 CAFÉ FRÍÐA

Hvønn dag í Torravikuni Serligur Torra-borðseðil

– sí Frida.fo Eisini er annað mangt á borðseðlinum

KL. 12.30 CHRISTIANSKIRKJAN

TORRAMATINÉ VIÐ KLAKSVÍKAR HORNORKESTRI Spæld verða góð og hugnalig løg úr Reyðu Bók og kendir sálmar

KL. 14.00 – 16.00 VARPIÐ - FOYERIN NORÐOYA LISTAFELAG SÝNIR FRAM LISTAVERK – í kjallaranum í Varpinum Ein afturlítandi framsýning við verkum hjá Norðoya Listafelag

14.00 – 17.00 DRAGIN OPIÐ SKIP UMBORÐ Á DRAGANUM Til ber at kunna seg um virksemið umborð á skúlaskipinum Kokkurin bjóðar kaffi

KL. 15.00 – 20.00 GALLARÍ Á STONGUNUM LISTAFRAMSÝNING VIÐ LYDIU Petersen og Jógvan K. Glerfoss Á Torradøgum og eftirfylgjandi dagarnar, 18. – 27. februar, verður listaframsýning í Gallarí Á Stongunum

KL. 16.00 FOYERINI Í VARPINUM VILJI ER LEKJANDI MÁTTUR

- Nýggj bók um buldrasliga lívið hjá Gunnari Hjelm verður løgd fram og umrødd Ragnhild Ellingsgaard verður vertur og prátar við høvuðspersónin um bókina Bókin lýsir Gunnar Hjelm sum ítróttarmann. Ein pisasligan drong, sum hevði sínar dreymar

KL. 17.00 - 22.00 ANGUS OPIÐ

Sí matskrá og bílegg borð Angus.fo – 457777 Serlig Torramatskrá – alla vikuna: Forrættur - royktur laksur ella tempura rækjur Høvuðsrættur - grillaður laksur frá Bakkafrosti Omaná - súreplaterta við softice og kaffi/te Alt hetta fyri einans kr. 300,-

Vitjið matstovurnar í býnum, Amarant, Café Fríðu, Reyðleyk og Angus – eisini bjóðar Café Gloria tað stóra fiskaborðið mikudagin, og tað sama ger Tekniski Skúli leygardagin í Torravikuni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Torraskráin leygar­dagin
Magnus Rasmussen spyr um fyribyrgjan í s…
Tobbi fyri fullsettum Varpi
Epli og røtur av Sandi
Teknmálscafé í Aulini á Skúlatrøð í morg…
Torra-sjálvtøkuborð á TSK
Torrafyrilestur: Bátur og fólk
Eg sjólívið valdi, men...
Poul Sivar Olsen í Smæruni
Veðrið um vikuskiftið
Frálík Torrakafé við Viberg
Torradagar og munnbitar 
Arbeiði við Norðoya­tunnilin
Klárt at søkja Listaflog 2025
Polarstjørnan upp á beint
Nú fer av álvara at styttast fyri vallyf…
Bumburnar regnaðu yvir Klaksvík, sum tøm…
Framsýning í Spinnarí­num á Torradøgunum
Torraskráin fríggja­dagin
- Hetta er byrjanin til nakað stórt