
Bumburnar regnaðu yvir Klaksvík, sum tømdist fyri fólk
Barndómsvinirnir Byrger Heinesen og John Høj, sum í dag báðir eru omanfyri tey níti árini, hava greitt Norðlýsinum frá ógvisligu hendingini, tá Klaksvík varð bumbað í oktober 1941. Her setir Byrger Heinesen orð á skakandi tilburðin og tíðina aftaná, tá Klaksvíkin lá at kalla manntóm, og teir báðir barndómsvinirnir flýddu í hvør sína bygd og vórðu verandi har í fleiri mánaðir av ótta fyri fleiri bumbum.
(Greinar úr blaðnum)
Byrger Heinesen er 93-ára gamal, og var giftur Selmu úr Leirvík. Mamma Byrger æt Borghild, men hana sá Byrger bert í tríggjar mánaðir, tá hon andaðist. Fosturmamma Byrger æt Frida, og sjálvur vaks Byrger upp undir krígnum. Hann minnist væl, tá ið Klaksvík varð bumbað í oktober 1941, og hann greiðir frá, at hann sat í kjallaranum, tá ið bumburnar brustu hendan sunnumorgunin, og sigur, at um bumban hevði rakt 2 til 3 sekund seinni, so vórðu húsini hjá Byrger og teimum rakt.
Byrger veit at siga frá, at tá hann kom úr kjallaranum, so sá hann øll fólkini rýma niðan móti fyrsta hamarinum í fjøllunum. Aðrastaðni í blaðnum er grein gjørd við støði í samrøðu við John Høj, hvørs abbi misti hundin av bumbingini. Hetta sá Byrger, og hann greiðir frá, at hundurin varð slongdur langt upp í luftina, longur upp enn eina húsa-hædd, og datt niður omanfyri húsini. Síðani fór Byrger til fjals eins og hini, og fann pápa sín, sum leitaði eftir sær har uppi.
Har uppi í fjøllunum, sum er á leið har, sum býlingurin undir Fossum í dag liggur, sá Byrger ein mann liggja í eini á, og maðurin var illa fyri og tivaði. Byrger stúrdi fyri, at hann kundi doyggja hvørja løtu. Tað var Jógvan bóndi, greiðir Byrger frá, og tá hann kom nakað oman undir fyrsta hamri, sum tað nevndist, møtti hann soni Jógvans, Palla, og keypmanninum Andriasi. Byrger, sum tá bert var ein stórur smádrongur, rópar til teirra, at ”Jógvan Bóndi liggur deyður uppi í ánni!”, og teir runnu niðan.
Teir fingu Jógvan bónda til Uppsalir. Sama kvøldið flýggjar Byrger við familjuni til Kunoyar og frættir har, at Jógvan var andlátin. Tað vísti seg tó seinni ikki at passa, og Niels Juel Arge skrivar um stríðsárini, at tað var eitt undur, at onki menniskja doyði undir hesi bumbingini av Klaksvík.
Byrger veit eisini at siga frá um nakrar menn, sum krógvaðu seg í einum hjalli nær við núverandi Posthúsið í Klaksvík. Har hevði trykkbylgjan frá einum av bumbubrestunum gjørt tað, at túturin á keppinum á einum av monnunum reyk av, og seinni fann Byrger so tútin við ein stein nær við.
Sama kvøldið fóru Byrger og fosturmamma hansara Frida so sum sagt til Kunoyar, og har kom Byrger so at ganga í skúla. Men heldur ikki har var trygt; bert fáar dagar seinni vórðu bumbur sleptar yvir Kunoy, men tær raktu beint norðan fyri bygdina. Tí noktaði Byrger at ganga í skúla har; hann tordi ikki av ótta fyri flúgvarunum. Gjørt varð tí av, at hann skuldi norður í Sund (gamalt felagsheiti fyri økið við Hvannasundi, Norðdepli, Fossánes og Depli, blðm.) at ganga í skúla, meðan fosturmamma hansara varð verandi í Kunoy.
Byrger gekk so í skúla í fleiri mánaðir har, men tíverri var har heldur ikki trygt. Systkinabarn Byrgers skuldi koma norður við Emanuel, bátinum, sum mong eldri enn munna minnast, og sum vanliga sigldi norður um Múlan og suður aftur gjøgnum Hvannasund. Men tað dró út, og báturin kom ikki undan. Byrger gekk so norður á Fossánes, og tá sá hann, at ein mina lá á sjónum. Hon livdi reiðiliga í sjónum, og óttast varð, at Emanuel kundi rent á hana. Men so hoyrir hann dunk frá Emanuel í øvugtum rætningi. Tað vísti seg, at báturin kom sunnanífrá heldur enn norðanífrá.
Byrger gongur so Emanuel í møti og fer oman á kaiina, har m.a. posturin varð avskipaður, og tá hann so gongur norður aftur, so spreingist minan norðanfyri.
John Høj leggur afturat frágreiðingini hjá Byrgeri, at hesi upplivilsini við bumbubrestunum, og tað, at teir eru so tilvitaðir um, hvussu nær teir vóru sjálvum bumbubrestunum, hevur leitt tankarnar tann vegin, at um flúgvarin hevði slept bumbunum beinanvegin, so hevði tað verið ein verulig katastrofa. Teir vóru 11 dreingir, sum spældu saman har, sum ein av bumbunum rakti, og hesir 11 vóru teir, sum seinni fingu familju og settu búgv í barndómsbýlinginum norðuri í Vági í Klaksvík. Býurin hevði verið ein heilt annar, serliga býlingurin í Vági, hevði flúgvarin slept bumbunum beinanvegin.
Flúgvarin fleyg nevniliga fyrst inn yvir býin sunnanífrá og norður til Kunoyarfjall, áðrenn hann vendi og kom aftur at bumba, og tað gav dreingjunum stundir at flýggja, áðrenn bumban brast júst har, sum teir høvdu spælt nøkur sekund ella fáar minuttir frammanundan. Onkur av hinum bumbunum raktu í eina á og á Sandin, og tað bleyta undirlendið har gjørdi, at tær fóru so langt niður í lendið, áðrenn tær brustu. Høvdu teir rakt á klettagrund, høvdu fleiri kjallarar við fólki í verið tiknir av brestunum.
Tilburðurin hevur sett síni djúpu spor hjá hesum, ið vóru dreingir har, og tað fylgdi teimum í mong, mong ár, greiðir John Høj frá. Klaksvíkin gjørdist manntóm, og úr Leirvík, sum hann og familjan flýddu til, sóu tey eina minu spreingjast uttan fyri Galvin. Rokið frá henni stóð so høgt, at tað úr Leirvík sá út til at koma upp um fjallið. Ikki fyrrenn árið eftir, í 1942, komu fólk so smátt aftur til Klaksvíkar. Tá vórðu rúm avsett og merkt ”SKÝLI”, sum fólk kundu rýma í, um luftalarmur aftur ljóðaði. Eitt av hesum skýlum var tað hjá Theodor við Keldu, og hansara kjallari var undir jørð, og John minnist, at eitt projektil frá einum seinni flúgvara, sum skeyt við maskinkanón heldur enn at bumba, rakti húsini hjá Theodori, og beint undir har, tað rakti, stóð ein barnavognur.
Teir báðir barndómsvinirnir enda frásøgnina við at siga, at tað var eitt stórt undur, at bumburnar raktu har, sum tær raktu, tí skaðin kundi havt verið ómetaliga nógv størri.
.........
1941: Tá Klaksvíkin tømdist
Norðlýsið hevur gjørt samrøðu við 95-ára gamla John Høj úr Klaksvík, sum var 12-ára gamal í 1941 undir seinna heimsbardaga, tá ein týskur bumbuflúgvari bumbaði Klaksvík. Hendingin gjørdi, at so at siga allir klaksvíkingar tóku til rýmingar og fluttu til aðrar bygdir at vera í fleiri mánaðir, tí Klaksvík var eitt upplagt bumbumál vegna góðu havnina har. Her sigur John Høj frá tilburðinum, og hvussu hann hevur sett seg í minnið og sinnið hjá teimum, ið upplivdu hann.
Pápi John æt Jákup Adrian og var slektaður av Strondum, meðan mamma hansara æt Elsebeth Thomina Klakstein, og var dóttir Jógvan bónda í Innistovu heimi í Vági. John hevur búð øll síni 95 ár í Klaksvík burtursæð frá einum einstøkum ári í Noregi. Hann búði har, tey kalla Heimi í Vági, og eisini úti í Grótinum og býr nú norðuri á Varpinum. John var giftur Suffíu, ið var dóttur Billu-Jógvan, og tey áttu trý børn saman. Ebba býr í Havn, meðan Jógvan og Joan búgva í Klaksvík.
Í 1938 gjørdist John sjúkur í beininum og var á Ortopædisk Hospital í Danmark til tess at fáa viðgerð. Tá hoyrdi hann á fyrsta sinni um eitt møguligt kríggj. Av fjórðu hædd á sjúkrahúsinum sá John donsku hermenninar venja, og við síðuna av honum lá ein ungur maður og græt. Tá John spurdi hví, svaraði ungi maðurin, at hann var innkallaður til týska herin.
Í 1941 vóru John Høj og Byrger Heinesen saman við øðrum úti fyri eini serstakari hending, tá týska Luftwaffe bumbaðu heimi í Vági. Teir vóru einir átta dreingir savnaðir í túninum hjá abba John, Billu-Jógvani, hendan vakra sunnumorgunin í oktober. Ein flúgvari kemur sunnanífrá, flýgur yvir Klaksvík móti Kunoynni, og vendir síðani har. Teir vistu allir, at týskararnir høvdu bumbað á kaiini fyrr, og tá hesin flúgvarin so vendir, so ruku dreingirnir hvør í sína ætt.
John rann niðan til hús, sum lá einar 200 metrar burtur, og fór saman við foreldrum sínum niður í kjallaran. Tey hoyrdu flúgvaran sleppa 4 bumbum, sum bresta, og mestur man pápi John hava dugað at mett eftir ljóðinum, tí hann sigur »Næstu ferð, so fara vit!«. Men har kom lukkutíð ongin fimta bumba. Tey fóru út aftur og sóu hønurnar ganga eftir liðini, bøurin var fullur í mold og gróti, og tá ið tey gingu heim í Vág, so sóu tey trý bumbuhol, eitt av teimum júst har, sum teir høvdu spælt, 2-3 metrar frá húsinum hjá abba John, og bumbuholið sjálvt var líka stórt sum eini hús.
Húsini hjá abba John vóru 10 × 11 metrar, og tey høvdu kunnað staðið í holinum, sigur John. Ein bumba rakti vegin millum fyrrverandi og núverandi posthúsið í Klaksvík, og ein beint við húsini hjá Jógvani Ziska. Húsini hjá Hans í Vági máttu rívast niður, tí ein bumba hevði rakt tætt hjá og húsini høvdu fingið skaða.
Grót lá á tekjunum á fleiri húsum og á vegnum, og John veit at siga, at fleiri fólk vóru rýmd niðan í hagan. Øll, sum tey møttu, tosaðu um, at flúgvarin helst fór at koma aftur, og fólk flýddu. Eftir at hava sæð standin í Vági, fóru tey niðan á Uppsalir, har mostur John búði, og komin niðan har, sótu tey ein stóran stein liggja á trappuni hjá henni, og tey vóru á einum máli um, at hevði flúgvarin bumbað nakrar fáar metrar longur ovarlagari, hevði ómetaligur fólkaskaði staðist av tí. Av júst hesi bumbingini doyði onki menniskja, men hundurin hjá abba John doyði av einari av bumbunum.
Nógvir klaksvíkingar rýmdu úr býnum av tí sama, eitt nú í Kunoynna, Kalsoynna, norður í Sund (Hvannasund, blðm.) og aðrastaðir, og sjálvur fór John saman við familjuni til Leirvíkar longu sama kvøldið. Øll óttaðust sum nevnt, at flúgvarin fór at koma aftur at bumba býin. Klaksvík var ein góð havn, og fleiri skip vóru har, sum tað var hugsandi, at týskararnir høvdu áhuga í at bumba.
Komin til Leirvíkar stóðu allar hurðarnar opnar fyri flýddu klaksvíkingunum. John og familjan sluppu at sova inni í Fínustovu hjá Bakka-Christiani. Eitt øgiligt arbeiði varð gjørt fyri at hýsa øllum, og tað vóru bara fólk við serligari ábyrgd, ið vóru eftir í Klaksvík. Allir lærararnir í skúlanum í Klaksvík vóru eisini flýddir, og teir hildu so skúla úti á plássunum, hagar teir vóru flýddir. Onkur bygdi sær enntá húsi úti í Grøv og á Oyri. Klaksvíkin var so at siga manntóm jólini í 1941, veit John at siga frá, og nevnir, at Olaf í Vági var ein av teimum ómetaliga fáu, sum vóru eftir. Tað var tí, at Olaf var havnarmeistari í Klaksvík og tí ikki kundi fara.
Útlegdin vardi alla restina av 1941 og væl inn í 1942, men John minnist, at jólini í 1942 hildu tey aftur í Klaksvík. Flúgvararnir hildu á við at koma, og teir flugu lágt og skutu nógv. John hugsaði við sær sjálvum, at um hann hevði havt eina byrsu, hevði hann kunna rakt flúgvararnar, tá teir flugu yvir Uppsalum, so lágt flugu teir.
Eitt nú kom ein flúgvari inn eftir Borðoyavík, meðan John var staddur í Uppsalum, og komin inn ímóti bakkanum, har sum Spinnaríið er nú, lyfti hann sær á, og so lágt fleyg hann, at John sá inn í stýrihúsið og hugsaði við sær sjálvum, at hevði hann havt okkurt at skjóta við, so kundi hann rakt flogskiparan. Flúgvararnir skutu ræðuliga frá sær, sigur John, og mong hús vórðu rakt av kraftmiklu maskinkanónunum.
Sjálvur hevði John trupulleikar í sinninum av tilburðinum, og tá húsini seinni undir krígnum máttu myrkaleggjast og alt gjørdist svart, ímyndaði John sær ræðuleikarnar og ímyndar sær seg sjálvan renna undan bumbunum, og hann veit, at aðrir av dreingjunum eisini upplivdu nakað tað sama. Tilburðurin hevur veruliga sett seg í sinnið hjá teimum, sum upplivdu hann.