Lýsing
Lýsing
Lýsing
Men tá ið Norðvíkingur leggur at í Nuuk, stóð løgreglan fyri skipinum á kaini og legði skiparan í hondjørn. | Mynd: Savn

Eg sjólívið valdi, men...

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  22.01.2025 - 17:30 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Hetta er heitið á fyrilestri á Torradøgunum, tá ið Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommuna fer at greiða frá sjólívi sínum í Varpinum fríggjadagin 21. februar kl. 16.00.

Torbjørn Jacobsen gekk til student í Hoydølum, 1972 – 1975. Hann var mælskur og hoyrdist í krókum saman við Jóannes Hansen, Osmundi Guðjónsson, Bjørn á Heygum, Richard Jacobsen, Jógvan Jespersen, Sámal Ravnsfjall og fleiri, har teir greiddu heimsins trupulleikar.

Síðani fór Torbjørn út at sigla, til hann fór á sjómansskúla, hagani hann tók skipsføraraprógv í 1980, saman við nógvum kendum monnum, so sum Hanus Hansen, Jákup Dion Frederiksen, Dánjal Klakk, Per Simonsen, Jóhan Joensen, Ebba og Virgar Dahl.

Wikipedia

Hyggur tú á Wikipedia, er Tórbjørn Jacobsen føddur 7. oktober 1955 í Ærøskøbing í Danmark. Hann er havnefúti, sjómaður og politikari (T). Sitandi sum borgarstjóri í Runavíkar Kommunu síðani 2016.

Hann er útbúgvin skibsførari frá Føroya Sjómansskúli, og var skipari 1981 – 2000. Hevur m.a siglt nógv í Grønlandi.

Hann hevur verið stjóri og stýrislimur í Kongshavnar Útgerðarfelag og Dagsbrún á Fuglafirði.

Torbjørn hevur nógvar søgur at siga frá um sjólív sítt – og frásøgumaður er hann góður. Hann hevur tó serliga fingið áheitan um at greiða frá hendingini 3. juni í 1982, tá ið hann setti Norðvíking á land sunnarlaga í Grønlandi.

Hol var komið á Norðvíking í nógvum ísi, og gjørdi skiparin av at seta skipið upp á land. Eftir at skiparin hevði sett frystifarmaskipið, Norvíking á land, og skipið var umvælt, eydnaðist teimum at fáa tað av aftur, og sigla tað til nærmasta bygdarlag ella fjørð.

Tó kom eitt eftirspæl millum føroyska skiparan og donsku myndugleikarnar í Grønlandi, sum tað hoyrdist frá víða um lond.

Hesum greiðir Jóannes Hansen frá í Sosialinum 28.01.2000 í tveimum drúgvum greinum: ”Í síðstu viku endurgóvu vit frágreiðingina, sum Tórbjørn Jacobsen, skipari og nú løgtingsmaður, gav, eftir at farmaskipið, Norðvíkingur, sum hann førdi, var komið illa fyri sunnarlaga í Grønlandi”.

Undir leiðslu av skiparanum og í illveðri megnaði maskinmeistarin, Jørmund Gaardlykke úr Lamba, at sveisa tað 120 cm langa og ein tumma breiða holið, sum lá einar 70 cm upp á banjarardekkið, aftur, soleiðis at skipið aftur kundi flóta.

Tobbi lagdur í hondjørn

Norðvíkingur varð tikin út aftur, og vit endaðu síðsta leygardag við, at teir - eftir at hava fylgst við ferðamannaskipinum Disko - í bestu líkindum, at kastaðu akker í Kungnat víkini innanfyri Arsuk.

Síðani er ein drúgv søga um hvussu sjófarsmyndugleikarnir í Grønlandi tóku siglingarloyvið frá skipinum, tí teir mettu tað ikki siglingarført.

Eftir at hava ligið í Kungnat-víkini inn á flotastøðina í Grønnedal í 10 dagar, smoygdi skiparrin sær avstað við skipinum snimma á morgni, rendi seg í mjørka og nakað av ísi, og kom tveir dagar seinni til Nuuk, fyri at fáa skipið umvælt.

Men tá stóð løgreglan fyri Tobba á kaini og legði hann í hondjørn.

Kom og hoyr søguna neyvari, betri og rúmligari sagda av Torbjørn Jacobsen í Varpinum á Torradøgum, fríggjadagin 21. februar kl. 16.00, har tú eisini kann fáa ein góðan kaffimunn.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eg sjólívið valdi, men...
Dennis, far við Gadus!
Er dugnaskapur veruliga vorðin ein synd?
Erik um Kvøldskúlan og Summar­festivalin
Felagið Nótaskip tekur ikki undir við De…
Prógvhandan
Dávur Winther vitjar Norðlýsið
Byggisamtyktin fyri A4 og D39 broytt og…
Tankar um skúlan og um broytingar í skúl…
Blái Krossur letur upp kl. 13 í dag
Gadus verður seldur og Kósin afturlatin
Tilmæli til Føroyar í mun til breksáttmá…
4 nýggir lærlingar byrjaðir í TTS
Hvat lærir skriftin um útveljing? – møti…
Hetta kann gera stóran skaða
ÁLOPIÐ FÆR STÓRAR AVLEIÐINGAR - MEN LARM…
Hetta luktar illa!
Vit koma til skilagóðar loysnir
Varðin: Stjórin í nýggja sølufelag­num ei…
Viberg Sørensen á Torradøgunum