Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað var ikki keðiligt í fullsettu Smæruni seinnapartin í gjár, har skila- og fróðarmaðurin, Poul Sivar greiddi frá | Mynd: Dávur Winther

Poul Sivar Olsen í Smæruni

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  21.02.2025 - 13:57 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað var ikki keðiligt í fullsettu Smæruni seinnapartin í gjár, har skila- og fróðarmaðurin, Poul Sivar m.a. greiddi frá uppvøkstrinum í Svínoy og ferðum á Flemmish Kap.

Hann vísti myndir frá flokkinum, hann gekk í skúla saman við í 60-unum og so eina føðingardagsmynd at við teimum, sum tá vóru í fótbóltsliðnum á ungum árum í Svínoy.

Ein teirra á myndini var Heri, prestur, ið fekk rættiliga góð skoðsmál sum málmaður – Hann bleiv samanborin við Jógvan Linklett og Jákup F. Mikkelsen, sum eisini var ættaður úr Svínoy.

Tá Poul Sivar fór í skúla vóru tveir klassar, eldri og yngri klassi. Í eldra klassa vóru 16 børn, 8 gentur og 8 dreingir. Tað vóru nakað væl minni av børnum í yngra klassa. Karl var lærari.

Har var vítt um at fara og var øll bygdin eitt stórt spælipláss – fjøran, bøurin, hagin og onkuntíð flutu teir eisini.

Nógv var torvið at skera, og fólk komu eisini úr øðrum oyggjum at skera torv har. Torvarbeiðið var drúgvført, men umráðandi. Í Svínoy var gott torv.

Tá ið skúlin var liðugur, fór Poul Sivar til skips 17 ára gamal tað var við Jógvan S. og lá leiðin til Ísland, á Jøklagrunnin.

Fyrstu ferð hann var á Flemish Kap var 17. mars 1973 við Jógvan S. Skipari var Leivur Zachariassen. Tá hann verið tríggjar ísfiskatúrar fammanundan.

Har vóru nógvir ungir dreingir við. Lívið var hart, har var nógv at egna, sum fór illa við hondunum. Eisini skuldi fiskurin fáast í salt.

Tað vóru ymiskar skemtiligar søgur at siga frá eisini, m.a. tá ið ein av manningini hevði gloymt at leggja denkslið til vatntangan umborð á Hans Eriki á aftur. Ringt veður var og øll tey skitnu klæðini, sum lógu á dúrkinum har, skolaðu niður í vatntangan.

Hetta varnaðust teir ikki fyrr enn morgunin eftir og fóru at fáa klæðini upp aftur. Tá vóru tey so deiliga rein, greiddi Poul Sivar frá.

Men onkur av teimum eldru monnunum hildu, at kaffi var farið at smakka eitt sindur undarligt. Tað var ikki løgið, segði Poul Sivar, so nógvan ”tilsetning”, vatnið hevði fingið.

Onkuntíð vóru stundir til at taka sær av løttum, har ymisk roysni skuldu gerast. Tað finnast myndir at Poul Sivar hongur í Krosstrænum á Hans Eriki. Hetta fekk skiparin, Mortan Olsen ongantíð at vita, tí hetta hevði hann als ikki fingið loyvi til, visti skiparin av.

Tá ið kalt var, vóru klæðini rálið at fara í aftur um morgnarnar, tey vóru vát og køld. So tað var nokkso skjótt, at mann fann útav, at frægast var at sova í klæðum. Tað vóru nokk fleiri enn eg, sum ongantíð fóru úr klæðunum tann síðsta mánaðin, vit royndu, segur Poul Sivar.

Jú, tað eru nógvar ymiskar søgur at siga frá av Flemmish Kap. 

Ein ótrúliga góð, áhugaverd og skemtilig framløga í meir enn fullsettu Smæruni. Har máttu hópin av stólum og beinkum setast fram afturat, tó at fleiri fólk stóðu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Torraskráin leygar­dagin
Magnus Rasmussen spyr um fyribyrgjan í s…
Tobbi fyri fullsettum Varpi
Epli og røtur av Sandi
Teknmálscafé í Aulini á Skúlatrøð í morg…
Torra-sjálvtøkuborð á TSK
Torrafyrilestur: Bátur og fólk
Eg sjólívið valdi, men...
Poul Sivar Olsen í Smæruni
Veðrið um vikuskiftið
Frálík Torrakafé við Viberg
Torradagar og munnbitar 
Arbeiði við Norðoya­tunnilin
Klárt at søkja Listaflog 2025
Polarstjørnan upp á beint
Nú fer av álvara at styttast fyri vallyf…
Bumburnar regnaðu yvir Klaksvík, sum tøm…
Framsýning í Spinnarí­num á Torradøgunum
Torraskráin fríggja­dagin
- Hetta er byrjanin til nakað stórt