Lýsing
Lýsing
Talvkapping á Torradøgunum
Hugnalig talvkapping í Café Fríðu fríggjakvøldið 21/2 kl. 20.00 - 22.00
Kappingin er óhátíðarlig og er ætlað teimum, ið hugna sær við talvi, t.d. á netinum, men ikki hava tær drúgvu kappingarroyndirnar.
Kappingin er ókeypis og opin fyri øllum, ið ikki hava nakað alment ratingtal.
Telvað verða 6 umfør við umhugsunartíðini 10 minuttir í part til talvið. Vinnari er tann, ið stendur eftir við flest stigum. Stendur á jøvnum, verður umdystur. At vinna verða gávukort latin av Café Fríða og @skalkurklaksvik Klaksvík.
Avmarkað luttøka: í mesta lagið 20 luttakarar.
Melda til við at skriva til tummasmartinsolsker@gmail.com í seinasta lagi fríggjadagin 22/2 kl. 18.00
Fríða og Klaksvíkar Talvfelag
Seinastu tíðindini