Fantastiskt kvøld í Varpinum
Á Torraskránni stóð í kvøld – ”Sang- og hugnaløta í Varpinum”
Tað vóru kórini SUÐ, 17 Sangarar saman við Pæturi við Keldu, sum áttu kvøldið. Men tó var eisini felagssangur og Pætur spældi eitt lagatyssi við trimum løgum.
Eisini sluppu vit at hoyra flyglið spæla eitt Siprio-lag, har tangentarnir sjálvir fóru leikandi lætt oman- og niðaneftir flyglinum.
Høllin var stúgvandi full, og neyðugt varð at seta fleiri stólar fram.
Kórini vóru bæði sera væl fyri og kíndu hvørjum sangi – hvørjari strofu varðisliga og klangfult. Sera væl sungið.
Tað er heilt víst talan um tey drivin og væl vand kór, sum eru væl samansungin.
Eitt fragd fyri oyrað!
Skráin var henda:
Bjóðað varð vælkomin – Dávur Winther
Felagssangur, Land mítt har grasið í líðum grør
Síðani sungu 17 Sangarar:
Tú gakk tær fram við ánni, Uttan teg og Upp um hamrar.
Flyglið - SPIRIO Jerusalem – Simon Mulligan, Jerusalem
Felagssangur, Langt burt frá øðrum londum, har kórini bæði sungu fyri, meðan Pætur við Keldu spældi undir á flyglinum
SUÐ sang trý løg
Pætur spældi eitt lagatyssi, ið hann greiddi frá
17 Sangarar komu so aftur á pallin og sungu, Juni, Jesus bert hugsanin um teg og Jerusalem.
Jógvan við Keldu takkaði fyri, og síðani varð, Ver tú hjá mær, sungin sum felagssangur.
Men fjøldin vildi hava meir og klappaði kórini upp aftur at syngja. Tá varð Flugan, hjá Sigfús Halldórsson sungin, har eisini áhoyarnir sluppu at murra við, ávís støð.
Eitt heilt serstakt kvøld í eini fullsettari høll, sum sanniliga eisini sang við. Tað er at fegnast um, at so góður sangur, har tú eisini sleppur at syngja við, kann vera í Klaksvík! Stóra takk fyri!
Aftaná varð boðin ein kaffimunnur við køkum og góðum práti.