Torradagar í Smæruni
Smæran hevur í mong ár verið væl við á Torradøgunum – Dyrnar á víðan vegg, har tað eisini verður boðin ein kaffimunn við onkrum góðum afturvið – omaná eina góða frásøgn.
Í gjár var Uni Arge í Smæruni og hugleiddi úr bókum sínum, Veðursjúka I og II.
Í dag 19. februar kl. 16.00 greiðir Andrass Henriksen úr Sørvági frá norska skipinum Silvu, sum var í Føroyum undir seinna heimsbardaga.
Hetta verður gjørt bæði við orðum og myndum. Eisini letur hann pápa sín, Jóhannes Henriksen, sála, sum sigldi við Silvu, greiða frá á video, um ta ferðina, teir vóru bumbaðir á vágni í Klaksvík.
Kaffi er eisini á kannuni og gott prát
Hósdagin 20. februar kl. 16.00 Poul Sivar Olsen greiðir frá uppvøkstri sínum í Svínoy og um ferðir á fiskileið á Flemmish Kap.
Í Svínoy sleit Poul Sivar sínar barnaskógvar – Hann er føddur í 1955. Tá hann fór í skúla vóru tveir klassar, eldri og yngri klassi. Í eldra klassa vóru 16 børn, 8 gentur og 8 dreingir. Tað vóru nakað væl minni av børnum í yngra klassa. Karl var lærari.
Har var vítt um at fara og var øll bygdin eitt stórt spælipláss – fjøran, bøurin, hagin og onkuntíð flutu teir eisini.
Tá ið skúlin var liðugur, fór Poul Sivar til skips 17 ára gamal. Tað var við Jógvan S. og lá leiðin til Ísland, á Jøklagrunnin.
Fyrstu ferð hann var á Flemish Kap var 17. mars 1973 við Jógvan S. Skipari var Leivur Zachariassen. Tá hann verið tríggjar isfiskatúrar fammanundan.
Poul Sivar hevur verið heili 12 saltfiskatúrar á Flemmish Kap. Frásøgumaður er hann góður, so okkurt áhugavert og skemtiligt verður helst á skrá.
Kaffi er eisini á kannuni og gott prát afturvið!
Kunna teg um Torraskránna her