Lýsing
Lýsing
Lýsing

Framsýning í Foyerini í Varpinum allar Torradagarnar

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  19.02.2025 - 08:55 Mentan Tíðindi

Norðoya Listafelag varð stovnað í november 1985. Tað merkir, at Norðoya listafelag í 2025 kann hátíðarhalda sín 40 ára føðingardag.

Fyrsta framsýningin, sum felagið skipaði fyri, var í Skúlanum við Ósánna á Norðoyastevnu 1986.

Í 2016 var talan um 31. listaframsýning hjá felagnum, sum verið hevði har. Árið eftir - í 2017 yvirtók Klaksvíkar Rotaryklubbi hesa listaframsýningina, meðan Norðoya Lisatfelag gjørdi nakrar ”Summarlist” framsýningar í Posthúskjallaranum.

Vegna um- og afturatbyggingina, sum verið hevur vegna nýggja mentanarhúsið, Varpið, hevur eingin framsýning verið hjá Norðoya Listafelag fyrr enn í fjór.

Eftir ætlan skal Norðoya Listafelag hava skipaða goymslu av sínum mongu listaverkum í Varpinum. Eisini skal felagið skipa fyri skiftandi framsýningum í Varpinum. Sjálvandi eisini við øðrum verkum, enn bert hjá Norðoya Listafelag.

Norðoya Listafelag eigur væl nærri 200 listaverk, sum telur málningar, tekningar, træskurðir, bronsu-, tin-, gipsskap o.a.

Norðoya Listafelag hevur eina afturlítandi framsýning í Foyerini í Varpinum allar Torradagarnar kl. 14.00 – 16.00.

Kunna teg um Torraskránna her

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Torraskráin fríggja­dagin
Epli og røtur av Sandi
- Hetta er byrjanin til nakað stórt
Dropar av Dýrari Tíð
Talvkapping á Torradøgunum
Næmingaráð­ini fingið búmerki
Útbúgvingar á TSK
Samrøða við Dávur Winther
Samrøða við Sølvá Jansdóttir Joensen
Samrøða við Oddmar Færø
Samrøða við Eyðun Klakstein
Barna­tiltøk á bókasavninum
Eldraøk­ini á felags undirvísingardegi
Myndarøð: Reyðakrossbúðin latin upp í Kl…
Countrydrotningin Kristina á Tórsfest
Størsta Spæl Føroyskt vikan nakrantíð fe…
Serskeið innan sveising í sjónum viðurke…
Sølva og umboð fyri Tekniska skúla vitja…
Nú lygnin hevur tikið ræðið - við Trump…
Estetiskur fimleikur: Søgulig hending í…