Lýsing
Lýsing
Lýsing

Spennandi rithøvundavitjan á Glyvrum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.02.2025 - 10:02 Mentan Tíðindi

Í sambandi við nýggja føroyska bókmentafestivalin fær Runavíkar kommuna forkunnuga rithøvundavitjan av bretsku Amy Liptrot. Hon vitjar í Bátafelagnum á Glyvrum hósdagin 27. februar kl. 16.30 og fer í samrøðu við Guðruna í Jákupsstovu at greiða frá sera væl umtóktu ævisøguni 'The Outrun'

 

 

Amy Liptrot starvast sum journalistur og rithøvundur og er búsitandi í Yorkshire í Englandi men vaks upp á einum lítlum bóndagarði í Orknoyggjunum. Hon droymdi um at flyta burtur frá lítla samfelagnum, og flutti fyrst til Edinburgh at nema sær útbúgving og síðani flutti hon til til London, har hon búði í út við átta ár. Men stórbýarlívið hevði avbjóðingar og freistingar við sær, og Amy gjørdist so mikið bundin at rúsdrekka og rúsevnum, at hon misti fótafestið. Hon flutti frá íbúð til íbúð, misti síni størv og at enda fór sjeikurin eisini frá henni. Í fleiri ár royndi hon at sleppa úr misnýtsluni men tað riggaði ikki fyrr enn hon ásannaði, at hon kanska bert hevði ein kjans afturat. Fyri at fóta sær aftur í lívinum flutti hon heim aftur til Orknoyggjarnar.

Alt hetta hevur hon skrivað um í virðisløntu og hugtakandi ævisøguni 'The Outrun' frá 2016, sum nýliga eisini er filmatiserað við Saoirse Ronan í leiklutinum sum Amy Liptrot. Hon hevur eisini skrivað essays um havsvimjing og hevur sjálv eisini brúkt havsvimjing fyri at styrkja og menna seg. Hennara nýggjasta bókaútgáva 'The Instant' frá 2022 er eitt framhald av 'The Outrun' og er á 'Sunday Times Bestseller' listanum.

Tiltakið verður í Bátafelagnum á Bakka á Glyvrum kl. 16.30 og varir ein tíma. Til ber at ogna sær onkrar av bókunum. Kaffi og okkurt søtt verður eisini at fáa.

Tá ið bókmentanarliga løtan í Bátafelagnum er av, er møguleiki at dyppa og fara í flótandi sauna inntil kl. 18.30 (avmarkað atgongd). Um ein bert ynskir at koma til bókmentanarliga partin av tiltakinum ber tað eisini til. 

Nærri kunning og atgongumerki á loksholl.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: - Reglan um "nærstand­andi feløg"…
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Nevndin í Føroya Ferðaleiðara­felag heldu…
HR í Føroyum hevur aðalfund
Einvegis ferðsla á Kráargøtu og Heygaveg…
Spennandi manskórs-konsert í Klaksvík
Veðurstovan vitjar 4.b
Føroya Tele tryggjar øllum fjarskiftisve…
Aðalfundur hjá Norðoya Tjóðveldis­felag
Norðlýsið spælir føroyskt
Andras vitjar Norðlýsið
Spennandi rithøvundavitjan á Glyvrum
Greta Svabo – Heimsspekiligir tónar
Ein ogn Føroya fólks og onnur
Heimsbókmentir í Havn
Nýggjur miðbýur og eitt havnalag í broyt…
Parkeringsmálið í miðbýnum
Tá føroyski laksurin mundi doyð út
Føroya bestu vørumerki verða kosin frígg…
Tá rættartrygdin verður skúgva til viks