Føroya Tele tryggjar øllum fjarskiftisveitarum javnbjóðis atgongd til farnetið
Føroya Tele fer at flyta sendistøðirnar á farnetinum úr sínum tænastufelag, P/F FT Samskifti, yvir í netfelagið, P/F Net. Hetta er ein liður í áhaldandi arbeiðinum at økja um gjøgnumskygni og styrkja fríu kappingina á fjarskiftisøkinum.
Føroya Tele hevur sum yvirskipað mál, at samtakið skal virka neutralt mótvegis øllum fjarskiftisveitarum, tá talan er um at tryggja javnbjóðis atgongd til føroyska fjarskiftiskervið.
Nema og Føroya Tele brúka somu sendistøðir á farnetinum, har bæði feløgini kunnu virka á sama tøkniliga grundarlagi, t.d. tá talan er um 5G. Feløgini hava samstundis hvør sína kjarnutøkni, har tey veita sínar serstøku tænastur í fríari kapping.
Sendistøðirnar á farnetinum hava altíð ligið í tænastufelagnum hjá Føroya Tele, P/F FT Samskifti, og tær verða fluttar yvir í netfelagið, P/F Net, sum við broytingini gerst heilsøluveitari av atgongd til alt fjarskiftiskervið hjá Føroya Tele.
Føroya Tele hevur arbeitt við hesum málinum í framhaldi av semjuni, sum Føroya Tele og Kappingareftirlitið gjørdu fyri einum ári síðani í tveimum kappingarmálum.
“Føroya Tele hevur ein tvíbýttan leiklut í føroyska samfelagnum. Vit eru bæði tænastufelag í kapping við onnur, og sum alment partafelag og størsti leikari á fjarskiftismarknaðinum, skulu vit samstundis tryggja, at føroyingar hava atgongd til eitt dygdargott fjarskiftiskervi. Henda leiklutin skulu vit vera tilvitað um hvønn einasta dag”, sigur Kristian R. Davidsen, samtaksstjóri í Føroya Tele.
Týdningarmikið stig
Kappingareftirlitið hevur víst á, at tað er týdningarmikið fyri fríu kappingina, at P/F Net hevur alt fjarskiftiskervið um hendi – eisini farnetið.
“Føroya Tele er størsti leikarin á føroyska fjarskiftismarknaðinum, og leikluturin hjá felagnum er í tveimum. Hetta stigið at flyta farnetið er við til at skapa størri tryggleika hjá teimum, sum hava hug at royna seg í kapping við Føroya Tele. Tað skuldi í slíkum málum minka um sannlíkindini fyri, at illgruni tekur seg upp um, at Føroya Tele ger mismun á egnum feløgum og kappingarneytum. Tað er týdningarmikið, at greiður innanhýsis skilnaður er ímillum tænastupartin og netpartin”, sigur Terje Sigurðsson, stjóri í Kappingareftirlitinum.
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, sum varðar av Føroya Tele, fegnast eisini um, at bygnaðurin í Føroya Tele samtakinum verður greiðari.
“Eg havi leingi eftirlýst betri gjøgnumskygni á telemarknaðinum í Føroyum, ið er ein treyt fyri fríari kapping. Fría kappingin hevur við sær, at føroyski brúkarin rindar minni. Samskiftiskervið verður savnað á einum stað, nú farnetið verður flutt úr tænastufelagnum yvir í P/F Net, og tað er eitt stig á leiðini at betra um kappingina, sum skal tryggja okkum brúkarum ein rímiligan prís. Eftir mínum tykki áttu feløgini tó at verið skild sundur í tvær sjálvstøðugar eindir, so eingin ivi var um hesa sjálvfylgju. Ætlanin er tí áhaldandi at arbeiða við at tryggja kappingina og gjøgnumskygni”, sigur Bjarni Kárason Petersen.