Tá føroyski laksurin mundi doyð út
Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, hevði í mong ár tosað fyri deyvum oyrum við Landsstýrið. Bakkafrost bjóðaði sær at yvirtaka føroyska laksin frá Fiskaaling, sum uppgav hann í 2013. Í 2016 var komið at mørkum, og hevði tann árgangurin verið slaktaður, so var ongin føroyskur laksur eftir, og alt mátti innflytast úr útlondum. Men tá ið Poul Michelsen so kemur til sum landsstýrismaður í 2015, bjargar hann føroyska laksinum árið eftir.
(Grein úr blaðnum)
– ”Bakkafrost er for stórt!” og ”Bakkafrost má ikki sleppa at vaksa meira!”, ljóðaði tað í langa tíð frá Føroya Landsstýri, og tí vildi tey ikki loyva Bakkafrosti at taka yvir frá Fiskaaling. Inntil alt broyttist í 2016.
Bakkafrost gjørdi tí royndir við innfluttum norskum og íslendskum rognum, tá arbeiðið við føroyskum lívfiski varð slept, men tær royndirnar vístu, at fiskurin treivst ikki væl. Tey seinastu 8 árini eru farin við at byggja arbeiðið við føroyska lívfiskinum upp aftur. Tað tók langa tíð at koma aftur á lagið, men tað vísir seg nú, at føroyski lívfiskurin trívist betur og hevur hægri góðsku.
Regin Jacobsen, stjóri, nevnir, at Bakkafrost hevur brúkt einar 20-25 milliónir um árið seinastu 8 árini til hesar kanningarnar, og nústani í 2025 fer tað arbeiðið at bera frukt, og nógv av peningi verður brúkt afturat komandi árini, men um 3-4 ár verður ein øgiliga stórur ágóði at síggja av hesum arbeiðinum, væntar Regin.
Bakkafrost byggir víðari upp á tað arbeiðið, sum Fiskaaling tók á seg í 1970. Landsstýrið setti pengar í Fiskaaling, sum so tók sær av rognaframleiðslu og lívfiskaarbeiði í 1970’unum, 1980’unum og 1990’unum, og landið brúkti nakrar milliónir upp á hetta á hvørjum ári. Í 2010-2012 metti Føroya Landsstýri, at alivinnan átti at klára hetta sjálv, men í vinnuni var ikki reiðiliga undirtøka fyri at yvirtaka ta ábyrgdina. Bakkafrost bjóðaði seg tó til at gera tað, men tá segði Landsstýrið nei. Orsøkin var, at eitt aliloyvi fylgdi við, og Bakkafrost hevði øll tey aliloyvi, fyritøkan kundi fáa, metti Landsstýrið.
Tá ið Poul Michelsen gerst landsstýrismaður í 2015, broytist hetta, og í 2016 meldaði hann út, at tað var spell, um føroyska lívfiskaframleiðslan skuldi detta niðurfyri, tí Fiskaaling var givin við henni í 2013. Síðani varð sum nevnt farið undir at innflyta rogn úr Íslandi og Norra, og harvið gjørdist føroyska alivinnan fult og heilt bundin av hesum innflutninginum. Onki annað land, sum framleiðir alilaks, innflytur rogn; allastaðni hava tey egna rognaframleiðslu. Bakkafrost hevði seinasta føroyska laksin í sjónum í 2016 á Gulanum, á Lambavík og á Árnafirði. Hesin fiskur skuldi takast sama ár, og hevði hann verið slaktaður tá, hevði ongin møguleiki verið at bjarga føroyska laksinum.
Bakkafrost fekk loyvi at flyta hendan fiskin í tveir aliringar á Skálafjørðinum, inntil klárt var at flyta fiskin inn í Skopun.
Millum vansarnar við at innflyta rogn er eitt nú, at um tey høvdu staðið og manglað rogn í Noregi ella Íslandi, so høvdu rognaframleiðararnir uttan iva raðfest norsku og íslendsku framleiðsluna fram um útflutningin til Føroya. Ein annar vansi kann vera, at sjúka verður innflutt saman við rognunum. Ein triði vansi hevur við ”branding” at gera; við útlendskum rognum ber ikki so væl til at rópa fiskin føroyskan. Og so er ein fjórði vansi, at tá ið rogn verða keypt úr útlandinum, kosta tey kanska 1-2 krónur stykkið, og alivinnan skal brúka 30 milliónir rogn um árið. Tað merkir, at alivinnan má gjalda kanska 45 milliónir um árið fyri rogn, skulu tey innflytast. Og prísurin er í hækking, tí veitararnir gerast færri og færri. Í Íslandi er bert ein og í Noregi tveir, umframt at onkur er í Skotlandi.
Til ber heldur ikki at taka burturúr fiskinum úr innfluttum íslendskum rognum, tí rættindini til tað genetiska tilfarið eigur Bakkafrost ikki. Hetta er tað, sum verður rópt ”intellectual property” á enskum. Føroya Landsstýri átti rættindini til tann føroyska fiskin, og sáttmálin við Landsstýrið segði, at Bakkafrost frá 2021 av skuldi eiga hesi rættindini.
Genetikararnir hjá Bakkafrosti komu fram til, at genetiskt var nóg mikið eftir av teirri føroysku stammuni, og at til bar at endurskapa og enduruppbyggja hana. Her vil Regin Jacobsen rósa Poul Michelsen, táverandi landsstýrismanni, tí støðan tá var tann, at øll onnur høvdu slept endanum. Poul Michelsen eigur heiðurin fyri, at laksurin í dag er føroyskur burturav.
Bakkafrost brúkar nú sín egna stammfisk, ið ger, at til ber at kalla tað fyri føroyskan laks, sigur Regin, sum alt annað enn avnoktar, at tað eisini hevur við stoltleika at gera at kunna siga, at fyritøkan nú kann vera sjálvforsýnandi – og at Føroyar í dag kunnu vera sjálvforsýnandi í so máta. Tað merkir ein spardur innflutningur, sum kann fara at vísa seg at vera um 50-100 milliónir um árið.
Í dag hevur Bakkafrost sín egna, føroyska laks, sum tey sjálvi kynbøta, varða av og eiga. Fyritøkan kann nú klára seg sjálva, men tað hevur avgjørt heldur ikki verið bíligt. Millum 20 og 25 milliónir eru brúktar á hvørjum ári seinastu 8 árini. Men bert tann allarbesti fiskurin verður nú tikin burturúr, har tað áður var rættiliga blandað, tí allar fiskafamiljurnar vóru í sjónum samstundis. Ætlanin er at uppskalera hetta komandi 2-3 árini, og tá er meiningin, at øll framleiðslan skal vera føroyskur góðskulaksur.
Higartil hevur arbeiðið kostað Bakkafrost nógvar pengar, men Regin Jacobsen, stjóri, metir, at tað fer at vera týdningarmikið í framtíðini, at Føroyar hava sín egna lívfisk. Sum dømi nevnir hann, at forboð fyri at innflyta rogn kann verða sett í verk vegna sjúku, og tað hevði kunnað gjørt, at øll føroyska alivinnan steðgaði upp, um vit skuldu verið bundin av at innflyta rogn, sigur stjórin á Bakkafrosti at enda. Hann sær tí bjart upp á framtíðina.