Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vilji er lekjandi máttur, sum Gunnar sigur! | Mynd: Dávur Winther

Gunnar hevur vilja av stál

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  23.02.2025 - 08:54 Mentan Myndarøð Tíðindi

Fyri kortum hevur Gunnar givið út bók um lív sítt. Í gjár greiddi hann frá um barna- og ungdómsárini, og ikki minst um ítróttarleið sína – Hetta í samrøðu við Ragnhild Ellingsgaard í Varpinum í gjár.

Við støði í bókini, varð prátað um, at tað var nógv krút í Gunnar sum smádrongur. Hann tosaði rósandi um foreldur síni. Fátt er sum faðir, einki sum móðir. Hann smæddist ikki fyri at siga, at hann var ógvuliga góður við mammu sína, og at hann snakkar við hana í telefonini hvønn dag.

Hon hevur altíð eggja honum, trúð uppá hann, og hóast hann fór í holtur við okkurt, sum onnur hildu vera løgið, so bakkaði mamman hann altíð upp: “Tú skal nokk klára tað”!

Gunnar spældi nóg fótbólt sum ungur og kom upp í tey betru liðini. Men hann hevði onkuntíð ilt við at góðtka, at talan var um eitt liðavrik. Tí hann metti, at summir teirra vóru ov óseriøsir.

Hann fór tí heldur at svimja, og gekk honum væl har. Seinni tóka hann upp bodybuilding og fitness. Her treivst hann væl í einmansleiki.

Gunnar hevur verið við til fleiri kappingar her heima og uttanlands og klárað seg væl.

15.09.2024 skrivaði Sosialurin soleiðis:

Gunnar Hjelm fekk silvur í DM í bodybuilding.

Gunnar Hjelm hevur luttikið í DM í bodybuilding og fitness, ið hevur verið í MCH Herning Kongrescenter.

Í finaluni í dag var Gunnar Hjelm við í flokkunum +50 og í +60. Gunnar er 59 ár og av tí t hann nærkast 60 sleppur hann við í henda seinna bólkin eisini.

Í flokkinum +60 gjørdist Gunnar nummar 2, og fekk silvur.

Í flokkinum +50 gjørdist Gunnar Hjelm nummar 4”.

Gunnar, sum nú er 60 ár hyggur afturá eitt spennandi lív – ein film, sum gekk skjótt, nú hann er 60 ár.

Hann tekur restur við avgjóðingum, sum leggja fyri framman – Vilji er lekjandi máttur, sum hann sigur!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Freshwater-lívfiskastøð byrjar í Svínoy
Tekniski skúli opið hús á Torradøgunum
Gunnar hevur vilja av stál
Torraskráin sunnudag
Lea 33.88 og nýtt føroyskt met og junior…
Torra Quiz í Kafé Fríðu
Vilji er lekjandi máttur
Gallaríið Á Stongunum ov lítið
Føroyar við at gerast eitt skrivstovuvel…
Beinleiðis frá Teknmálskafé­ini á Skúlatr…
Handilslívið skal hava góðar karmar
Torraskráin leygar­dagin
Magnus Rasmussen spyr um fyribyrgjan í s…
Tobbi fyri fullsettum Varpi
Epli og røtur av Sandi
Teknmálscafé í Aulini á Skúlatrøð í morg…
Torra-sjálvtøkuborð á TSK
Torrafyrilestur: Bátur og fólk
Eg sjólívið valdi, men...
Poul Sivar Olsen í Smæruni