Lýsing
Lýsing
Lýsing

Handilslívið skal hava góðar karmar

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  22.02.2025 - 08:46 Tíðindi Vinna

Týskvøldið 25. februar eru allir handilsleiðarar í kommununi bodnir til hugnaløtu og kunning í Varpinum.

 

Tiltakið verður skipað í sambandi við kommunuætlanararbeiðið hjá Klaksvíkar býráði, sum hevur til endamáls at menna visjónir og málsetningar fyri ymisku økini í kommununi.

Endamálið við tiltakinum fyri handilsleiðarar er at kunna um kommunuætlanararbeiðið, og at hoyra frá teimum, sum umboða handilslívið í Klaksvíkar kommunu.

Borgarakanningin frá 2023 vísti, at 69% av teimum 800 sum svaraðu halda, at handilslívið í Klaksvíkar kommunu er gott. Hetta er nøktandi, men eigur støðugt at verða ment, og hesum arbeiðinum eigur kommunan at stuðla undir. Fyri at hetta kann eydnast, er umráðandi, at tætt samband er millum kommununa og vinnuna, so partarnir vita hvør av øðrum.

Umframt kunning um kommunuætlanararbeiðið, sum seinastu tíðina er gjørt á handilsøkinum, verða eisini úrslit frá kanning, sum varð gjørd á handilsøkinum síðst í farna ári, løgd fram.

Bjóðað verður kaffi og lætt ábit. Eisini verður høvi at seta spurningar og at gera viðmerkingar.

Handilsleiðarar hava fingið innbjóðing til tiltakið, men er onkur, sum ikki hevur fingið innbjóðing, so verður heitt á viðkomandi handilsfyritøku, um at seta seg í samband við kommununa umvegis teldupost áðrenn mánadagin 24. februar.

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding umvegis kk2040@klaksvik.fo.

 

Hvør umboðar handilslívið?
Vinnulívið í Klaksvíkar kommunu er ógvuliga samansett og fjølbroytt. Nógvar fyritøkur venda sær til bæði privat kundar og fyritøkur. Nakrar eru smáar, aðrar stórar, umframt at fleiri einstaklingavirki eisini eru í býnum.

Í sambandi við kommunuætlanararbeiðið er handilsvinnan raðfest í fyrstu atløgu. Handilsvinnan verður í hesum arbeiðinum nágreina sum smásøla millum fyritøkur og privatar kundar.
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Torra Quiz í Kafé Fríðu
Vilji er sterkasti máttur
Gallaríið Á Stongunum ov lítið
Føroyar við at gerast eitt skrivstovuvel…
Beinleiðis frá Teknmálskafé­ini á Skúlatr…
Handilslívið skal hava góðar karmar
Torraskráin leygar­dagin
Magnus Rasmussen spyr um fyribyrgjan í s…
Tobbi fyri fullsettum Varpi
Epli og røtur av Sandi
Teknmálscafé í Aulini á Skúlatrøð í morg…
Torra-sjálvtøkuborð á TSK
Torrafyrilestur: Bátur og fólk
Eg sjólívið valdi, men...
Poul Sivar Olsen í Smæruni
Veðrið um vikuskiftið
Frálík Torrakafé við Viberg
Torradagar og munnbitar 
Arbeiði við Norðoya­tunnilin
Klárt at søkja Listaflog 2025