Benjamin Rajani á G! – Hin ágrýtni tónasmiðurin
Ein hin mest ágrýtni tónasmiðurin hjá okkum í hesum dögum er helst Benjamin Rajani. Tú fært ikki kagað í sosialu miðlarnar, uttan at síggja Benjamin spyrja bæði eitt og annað, um hvat orð merkja, og hvat annars kann gera ein tekst ella eitt lag betri.
Hann hevur í fýra heil ár leitað við lummalykt eftir röttu orðunum, sum kunnu lýsa eygleiðingar og kenslur hansara. Og í mars kemur heildarútgávan Tá hvört ljós líkist tær, har nýggj lög sum: "Royni enn at gloyma", "Mánakvöld" og "Lívsins balkong" eru á. Avgjört ein útgáva vit gleða okkum at hoyra í fullum líki, og ikki minst, at hoyra Benjamin Rajani framföra hana fyri okkum á G! 2025, við vælmannaðum bólki.
Vanliga avdúka vit eitt navn, á umfatandi skránni fyri G! 2025, hvönn týsdag, men hesa vikuna er Spæl Föroyskt vika, tí práta vit bert um föroysk növn og avdúka hvönn dag í vikuni enn eitt frálíkt föroyskt navn. Gleð teg at uppliva Hall Joensen, Marius DC, Beinir, Benjamin Rajani og nógv onnur.
G! verður dagarnar 17.-19. juli í ár.