Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Finn Johannesen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  23.02.2025 - 19:00 Tíðindi Veðrið

Hann fer at liggja millum sunnan og vestan alla vikuna. Nakað av vindi onkran dagin, men eisini onkur dagur við ikki so nógvum vindi.

Leiðin hjá lágtrýstunum hesa vikuna er vestan fyri Føroyar, har tey ganga í landnyrðing. Vit liggja tí eystan fyri miðjuna á teimum, har sum ættin vanliga liggur millum sunnan og vestan, og har sum brúgvaløgini við øllum avfallinum eru.

Og tað er júst tað vit fara at merkja hesa vikuna.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadag:

Um morgunin hvassur vindur ella skrið av útsynningi, 15 til 20 m/s, við hørðum hvirlum og skiftandi skýloft saman við ælaveðri. Út á dagin minkar hann vindin niður í frískan vind til hvassan vind, 10 til 15 m/s. Hitin 4 til 8 stig.

Týsdag:

Frískur vindur upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður, í støðum kanska heglingur. Hitin millum 4 og 7 stig.

Mikudag:

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum seinni veksur upp í ein strúk í vindi vestan ella av útysnningi, 13 m/s. Skýloftið verður aftur skiftandi við ælaveðri, í støðum kanska vátakavi ella heglingur. Hitin millum 3 og 6 stig.

Hósdag:

Frískur vindur upp í strúk vestan ella av útsynningi, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður, í støðum kanska heglingur. Hitin 3 til 6 stig.

Fríggjadag:

Frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, seinni hvassur vindur, 15 m/s. Fyrrapartin sólglottar og turt fyri tað mesta, men sum frá líður verður samdrigið og regn vestaneftir. Hitin millum 4 og 8 stig.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Metstórar skatta­rætt­ingar í 2024
Føroyskir triatletar luttikið í kappingu…
Søgan um Merle Haggard (5:9)
Vinn atgongumerki til Summar­festivalin
Bústaðarmarknaðu­rin kókar og føroyingu…
Julian vitjar Norðlýsið
Integratións­lógin sett í gildi
Hvat við at spara innan kleyvarskap?
Sethúsaprísirnir halda áfram at hækka
Lions og list á ólavsøku
Føroyskir audiologopedar hava stovnað áh…
Ein dýrabar løta við mentan, mati og sam…
Kostnaðu­rin av at reka vinnu má takast í…
Nýggja stuðuls­skipanin til gransking, me…
Parasport Føroyar og Atlantic Airways lo…
Signar syngur við
Málningar á Laksatorginum
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri al…
Sokallaða tjóðarsemjan
Umvæling av ambulatorii­num til skopi og…