
Parkeringsmálið í miðbýnum
Vit taka ein fund fyrsta dagin har vit finna eina loysn sum báðir partar verða nøgdir við, sigur Karl Johansen borgarstjóri við Norðlýsið
Tað var undan býráðsvalinum í fjør, at ávíst órógv stakk seg upp um parkeringsviðurskiftini í miðbýnum. Í viðtalu við Norðlýsið fanst Einar Waag, stjóri í Føroya Bjór at býráðnum í sambandi við teirra staðseting av 30 parkeringsplássum, ið komu at ganga útyvir virksemið hjá Føroya Bjór.
Við Norðlýsið segði Karl Johansen tann 26. november í fjør, at ein fundur var avtalaður millum Kommununa og Føroya Bjór og hann væntaði at ein loysn varð funnin.
Nú er februar mánaður skjótt runnin og tí spyrja vit Karl Johansen, borgarstjóra um status í málinum.
Karl Johansen endurtók boðskapin, tá vit høvdu hann í telefonini fyrrapartin. Vit taka ein fund fyrsta dagin har vit finna eina loysn sum báðir partar verða nøgdir við, sigur Karl Johansen borgarstjóri við Norðlýsið.