Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eingin ivi er um, at miðbýurin í Klaksvík við øllum tí, sum har verður um eini tvey ár, hevur rættiliga nógv at bjóða | Mynd: Dávur Winther

Nýggjur miðbýur og eitt havnalag í broyting

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  24.02.2025 - 15:10 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Hesi vóru evnini, sum vóru sett á Torraskránna í Miðhøllinini á Skúlatrøð hóskvøldið 20. februar.

Talan var um at venda steinum og kunna um uppskot, sum hava verið og kanska fara at verða viðgjørd enn meír.

Havnaløgini eru ein týðandi partur av søguni og samleikanum í Klaksvík. Tað var her, fólk arbeiddu, skip og bátar landaðu og lossaðu, har havnaløgini eisini vóru sambindingarliðini til aðrar oyggjar og út í heim.

Men hvat fyri virksemi verður at finna við havnaløgini í framtíðini og fáa vit nýggj havnaløg ella fara vit at fáa havnafrontar við heilt aðrari útsjónd og øðrum virksemi?

Hetta var uppi at venda á Skúlatrøð, har nomið varð m.a. við Klaksvíkar Hermetikk norðuri á Stongunum. Fyri nøkrum árum síðani mundi bygningurin farið í einari ódn. Tá var prát um at taka bygningin niður ella møguliga umvæla hann. Ognarviðurskiftini vóru eitt sindur fløkt, tí fleiri eigarar vóru í bygningin.

Tað var gjørd ein semja við eigararnar, um at matrikulera bygningin soleiðis, at kommunan kom at eiga yvirhæddina og egnarnir hvør sín verandi matrikul í niðastu hædd á bygninginum.

Síðani var ein varðveitingarætlan gjørt, har tað í fyrstu syftu snúið seg um at skifta takið, seta vindeygu í og so annars klæða bygningin.

Hetta eydnaðist væl og er bygningurin dagførdur nakað aftur í tíð, tí tá ið verandi klædningur varð tikin av, komu tey á gomul vindeygu, sum vórðu sett í av nýggjum í sambandi við klæðingina. Nú er bygningurin prýðiligur og tryggjaður. Tó er enn ikki tikið støða til framhald við t.d. at umvæla loftið til møguliga aðra nýtslu.

Hesi verkætlanini greiddi Andreas Andreasen, tekniskur stjóri frá, sum hevði verkætlanina um hendi, tá ið hon var framd av kommununi.

Fyri nøkrum árum síðani fekk Ósbjørn Jacobsen, arkitektur eina uppgávu frá kommununi um at koma við uppskoti til, hvussu vestara havnalagið kring gamla einahandilin – Klaksvíkshandilin, kundi skipast betri. Partur av bygningunum her eru friðaðir og tekur eisini byggisamtyktin fyri økið atlit at tí.

Her eru eisini bygningar sum Ídni, havnaskrivstovan og enntá tankin um møguliga at endurbyggja sermerktu áttakantaðu kioskina, Vesturskin, sum varð nevnd Keikioskin í dagligari talu í síni tíð.

Hesi verkælan greiddi Ósbjørn Jacobsen, arkitektur greiðliga frá, um hvussu handilshúsini eru sokkin alt og langt niður í lendið av asfalti, ið er lagt her – bæði í ovaru og niðaru síðu.

Ósbjørn greiddi frá, hvussu hann hugsar bygningurin kann fríleggjast aftur. Hetta uppskotið er latið kommununi at hava við í framtíðar viðgerð av økinum.

Eisini greiddi Ósbjørn frá um nýggju havnafrontarnar í miðbýnum, sum telja nýggja hotellið og róðrarneystið, Húsarhaldsskúlan og eina byggiætlanina niðanfyri Effo, sum eftir ætlan eisini skal húsa Norðoya Bátafelag.

Ein umráðandi táttur við havnafrontunum er ein skipað gøta – gonguleið –  at kunna ganga frá Hermetik dygst við sjógvin heim í miðbýin og langt út á vestursíðuna eisini. Tað sama víðari frá miðbýnum og heilt Út í Grøv ikki eftir vegnum, men serligari gøtu til endamálið.

Tað var hugtakandi at hoyra og síggja framløgurnar hjá Ósbjørn Jacobsen, arkitekti um ta bygging, sum er í miðbýnum, og hvussu hann er skipaður við ítøkinilagr byggiætlan – byggisamtykt, sum er ásett fyri økið. Karmarnir eru lagdir og nú ræður um at fylla teir.

Neystið er komið, Húsarhaldsskúlin er væl ávegis, ein íbúðarbygging við løttum virksemi í niðastu hædd er ávegis og hotellið tekur rættiligt skap.

Vit sóu flottar teldumyndir av hotellinum innan og uttan, sum rættiliga setur byggingina í relief – og øll vildu vita, nær verður hotellið liðugt?

Um vit fara eitt sindur longur niðan í býin, í Akursmørk, so er her stórur bøur, sum kundi verðið bygt á – ella skal hetta lendið bert liggja sum grønur vakur bøur?

Her hevði Albert Isfelt eitt ítøkiligt uppskot um randarbygging fram við vegnum og eitt stórt parkøki móti Skúlatrøð.

Uppskotið hevði hann gjørt av egnum huga saman við Jóannes Petersen, arkitekti. Ein dagin hann gekk í Klaksvík helt hann at hetta økið sá so nakið út, og átti at verðið brúkt til byggilendi, so tað eisini saman við verandi miðbýi kundi veita meira lívd í miðbýnum.

Hetta uppskotið hevur verið til kunnandi viðgerð í býráðnm á sumri í 2022, har viðtikið varð, at tað skal verða tikið við í umrøðuni av framtíðar ráðlegging av miðstaðarøkinum.

Albert var so sannførdur um uppskot sítt, at hann hevði eisini gjørt eitt flott modell av tí, sum hann hevði við.

Hugskotið og modellið vakti stóran áhuga og var nógv prát um tað eftir framløgurnar. Hetta uppskotið stendur í Varpinum, har tað kann síggjast hesa vikuna.

Luttakarar sum løgdu fram hóskvøldið vóru: Andreas Andreassen, tekniskur stjóri í Klaksvíkar kommunu, Ósbjørn Jakobsen, arkitektur, Albert Isfelt, arkitektur, og Jákup Andreasen, sum í fjør lat úr hondum bókina “Afturbrá, gamlar myndir úr Norðoyggjum”. Orðstýrari var Gunnar Nolsøe.

Eitt frálíkt kvøld við góðari uppmøting, sum var rættiliga viðkomandi og upplýsandi. Ein av áhoyrarunum, sum takkaði fyri framløgurnar, var sannførdur um, at hann ætlaði sær at flyta heim í miðbýin.

Eingin ivi er um, at miðbýurin í Klaksvík við øllum tí, sum har verður um eini tvey ár, hevur rættiliga nógv at bjóða og kann spæla við.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggjur miðbýur og eitt havnalag í broyt…
Parkeringsmálið í miðbýnum
Tá føroyski laksurin mundi doyð út
Føroya bestu vørumerki verða kosin frígg…
Tá rættartrygdin verður skúgva til viks
Benjamin Rajani á G! – Hin ágrýtni tónas…
Hvirla tók buss av vegnum
Team Klaksvík vann Faxe Kondi finaluna h…
Føstulávintstiltak í KÍ høllini, leygard…
Veðrið í vikuni
Brúkið SKÁLAGARÐ meira
Freshwater-lívfiskastøð byrjar í Svínoy
Tekniski skúli opið hús á Torradøgunum
Gunnar hevur vilja av stál
Torraskráin sunnudag
Lea 33.88 og nýtt føroyskt met og junior…
Torra Quiz í Kafé Fríðu
Vilji er lekjandi máttur
Gallaríið Á Stongunum ov lítið
Føroyar við at gerast eitt skrivstovuvel…