Alt í Fisk á Stongunum
Norðlýsið hevur vitjað í einum av gomlu egningarskúrunum norðuri á Stongunum og hitti har Jógvan Sofus Vilhelmsen, sum tó ikki egndi. Jógvan Sofus siglir við Gudrun og tekst nú eisini við sølu av fiski frá nethandli sínum Alt í Fisk. Tá ið vit spyrja hann, hvat hann ger í einum egningarskúri uttan at egna, hann soleiðis frá:
(Grein úr blaðnum)
– ”Tíðirnar eru nógv broyttar. Í dag keypa vit fisk inn, skera hann og selja hann. Til tíðir fara vit eisini ein havnartúr at við fiski. Ætlanin er annars at halda fram við at sigla við Gudrun, men tíðin man fara at vísa, um eg møguliga fari at fáast við sølu av fiski á landi burturav. Tað er mest nethandil, men onkuntíð hevur verið lýst við opnum skúri, har eg selji fisk »i egen høje person« her úr fyrrverandi egningarskúrinum”, greiðir Jógvan Sofus frá. Víðari sigur hann:
– ”Framyvir er ætlanin at hava opið leygardagar. Tað vil siga, at fólk kunnu bíleggja fiskin gjøgnum vikuna, og so kunnu tey koma norður her seinnapart leygardag, til dømis kl. 14 ella 16, tá onki annað virksemi er her, og avheinta fiskin. Fiskurin kann bíleggjast við at fara inn á Facebook-profilin hjá Alt í Fisk og skriva í boðklivan har. Til ber eisini at skriva undir lýsingini úti á profilinum sjálvum; eg síggi bæði tvey. Eg geri sum nevnt onkrar túrar til Havnar við fiski, og so kann eg veita til kundar í antin Eysturoynni ella Streymoynni, alt eftir hvussu leiðin passar á túrinum millum Klaksvík og Tórshavn”, sigur hann, og heldur fram:
– ”Eg byrjaði fyri umleið 8 árum síðani og havi fleiri fastar kundar, sum hava verið við frá byrjan. Sølan svingar nakað, men í løtuni er hon uppeftirgangandi. Eg byrjaði við eini einstakari frystiboks, og so er fyritøkan vaksin síðani. Í dag havi eg ein avhøvdara, ein avroðslara, tveir skrædlarar, annan til flatfisk og hin til flakaskering og nakrar aðrar maskinur, og eitt frystarí við atknýttum pakkirúmi. So seint sum í gjár fekk eg eina raspimaskinu at raspa flak við, og tað er heldur ikki av tilvild, at eg havi sett eina væl størri hurð í her, tí gamla hurðin var ov smøl til at fáa kør ígjøgnum.”, sigur Jógvan Sofus Vilhelmsen. Um vøruúrvalið greiðir hann soleiðis frá:
– ”Nakað av fiskinum er sesong-tengdur, t.v.s. ikki at fáa alt árið. Men eg royni altíð at eiga kalva og toskaflak inni, lippur, kjálkar, steinbítaflak og annars allan vanligan føroyska fisk. Tað best umtókta er ræstur fiskur, og harnæst kemur kalvi og toskaflak. Føroyingar eru stak vanabundnir – teir eta kalva, tosk, ræstan fisk v.m., meðan tað eru fleiri góð sløg, sum teir slett ikki royna. Eitt nú verða vengurnir av eini skøtu etnir alla staðni í Europa, men ikki í Føroyum. Men tey, sum hava keypt og roynt tað eina ferð, tey koma aftur”, veit Jógvan Sofus at siga. Spurdur um kundagrundarlagið sigur hann:
– ”Teir flestu kundarnir eru privatborgarar, meðan onkrir stovnar teljast eisini millum viðskiftafólkini. Fyritøkan hjá mær er góðkend og hevur øll loyvir í lagi, og tað eru eftirhondini fleiri ár síðani. Næst á skránni er eitt eksperiment við at royna at turka fisk, og enn dugi eg ikki at siga, um tað fer at rigga ella ikki, men vónandi eydnast tað. Sum sjómaður við Gudrun, sum roynir við gørnum, eru vit nógv heima – alt eftir hvussu fiskaríið og veðrið eru – og tí fái eg brúkt nógva tíð uppá Alt í Fisk. Og hvør veit? Møguliga fari eg einaferð at kunna takast við Alt í Fisk fulla tíð”, sigur Jógvan Sofus Vilhelmsen at enda.
Tað er í tí trið-norðasta skúrinum á Stongunum, at ein kann gera eitt gott keyp frá Alt í Fisk, og Jógvan S. Vilhelmsen sigur, at tað besta er at bíleggja í góðari tíð, so fiskurin kann skaffast. Prísirnir eru kappingarførir, sigur hann eisini, hóast prísstøðið sum heild er hækkað nógv síðstu árini. Alt í Fisk liggur á umleið somu príslegu sum hini í bransjuni.