Steinurin í haganum!
Gløgt er gestsins eyga!
Skrivað á kekkiskum: Jirka Zedlak úr Prag í Kekkia.
Týtt til danskt: Zora Koutecká.
Týtt úr donskum: Asbjørn Lómaklett.
Steinurin í haganum!
Steinurin stendur í grasinum – í einum bratta, sum hellir oman móti sjónum. Økið uttan um er eitt sindur ryggjut, eins og moldin omanfyri hevur trýst so leingi, at har er komin ein lítil slættur fløttur, ið er grasvaksin eins og alt økið.
Steinurin er rættiliga stórur. Hann kann vera einar tíggju metrar langur. Har hann er smalstur, er steinurin um leið tveir metrar breiður, men á tí breiðasta kanska tríggjar metrar. Sæddur úr bygdini, tykist hann at hella eitt sindur oman móti sjónum. Hæddin lagar seg millum tríggjar og fýra metrar eftir landslagnum. Hann hevur trýst seg niður í lendið, men ilt er at siga hvussu djúpt. Man tað vera nakrar sentimetrar - ella metrar? Tann parturin, ið horvir móti sjónum, ger okkurt, sum minnir um eina lægd í lendið.
Við báðar endarnar bendist tilfarið út og minnir um smá brúgvaskapilsi ella úthang. Í minna endanum, sum vendir móti bygdini liggja nakrir smáir steinar, har ein teirra liggur miðskeiðis eins og stuðul, men við ta síðuna, ið horvir móti sjónum, liggja nakrir aðrir steinar. Um litið verður úr erva oman móti sjónum sæst, at lendið, ið trokar seg oman móti steininum, hevur gjørt nakað, ið líkist einari lendisaldu við einum lítlum slætta, haðani tað ber til at síggja tvørtur um tað ovasta á steininum, ið er evnað til eins og long, ósløtt kulla allan vegin eftir longdini, og í støðum eru støðuhyljar. Tromin ella kanturin av hesum sera lítla ”svimjihyli” stingur eitt sindur upp, og tað ger botnmiðjan eisini.
Tað tykist, eins og tað ovasta á steininum minnir um fjøllini á longu oynni, ið er hinumegin fjørðin.
Eftir miðleingini á steininum, ið horvir móti bygdini, strekkir seg úr erva og tveir triðingar niður ein tunga av grønum, tjúkkum mosa, ið summastaðni kann vera einar fimm sentimetrar til tjúgdar. Nærri jørðini smalkar mosatungan burtur, men heldur fram heilt niður móti grasinum undir steininum við einari skón, ið er er eins litt sum mosin. Á mosanum ella kanska úr mosanum toyggir eitt jaður av onkrum trøllakampi seg niðureftir. Tað snýr seg um væla vøkstur við styttri bløðum, úr fimm til tíggju sentimetrar til longdar. Allur vøksturin krýpur oman gjøgnum ta longu kulluna ella ørlítlu ”gjónna” í sjálvum steininum.
Tá tú stendur á oynni oman fyri steinin og hyggur út á fjørðin, sært tú ovast á steininum á tí endanum, ið vendir móti oyggjanakkinum, sum horvir móti opnum havi, okkurt, sum líkist einum lítlum grasvaksnum slætta í lægdini. Nú vit tosa um slættan......Hesin parturin av steininum líkist eftirgjørdari smáútgávu av kringliggjandi landslagnum.
Fjarðarmegin móti sjónum hækkar landslagið og smælkar, har grasið broytist til mosa og trøllakampar. Tann parturin av steininum, ið minnir um ein dal, og sum endurspeglar smámynd av kringverandi náttúru, har tað slætta ikki er størri enn 1 – ella í mesta lagi 1,5 fermetrar, er tætt vaksið av grasi, sum sveiggjar í vindinum.
Grasið veksur úr mosaundirlagnum og nærkast svørðinum við grasi niðanfyri. Ein ál av myrkagrønum steinamosa, sum í skapi minnir um smáar kúlur ella krutl, lækkar frá tí slætta omaná niður gjøgnum eina handabreiða kluft.
Um tú hyggur á skák fyri oman steinin móti sjónum og tann vegin, sum bygdin er, tykist tað, eins og steinurin endurgevur skapið av oyggjunum, ið gera fjørðin millum sín, men har lægdir í steininum eisini eru fjørðurin. Váta økið ovast á steininum hevur nakað av grasi, ið grør úr mosanum, men á hinum endanum á tí ovasta, slætta - er økið við grasi valla størri enn hálvan fermetur.
Í veruleikanum er allur tann parturin av steininum, sum vendir móti bygdini, avtakin við ymiskum skónum. Vanligast er gráa skónin. Summastaðni eru skónirnar kritahvítar, ið skína av hvítum, hóast loftið er skýggjað.
Á hesum partinum av steininum er bert lítið av mosa. Ovast á steininum eru mest gráar skónir og smáir bøkkar av grønum mosa, meðan hvítu skónirnar ikki eru so vanligar ovast á steininum.
Hvítu skónirnar minna mest um javnt lag av lakki, ið er smurt tætt upp á grótið, meðan gráu skónirnar eru meira spjaddar í støðum, ið mest minna um skal av heldur tjúkkari húð, ið loysnar uttan av hælinum á fólki. Hvítar og gráar skónir nevnast eisini korki, ið fyrr varð nýttur at lita tógv og pløgg við. Liturin, ið fekst burturúr var reyðbrúnur.
Eitt, sum ikki veksur á steininum , men kortini er har, eru fýra smáir ullalagdar, gráir, grámorreyðir. Ullin hevur fløkt seg inn í tær gráu sprotnaðu skónirnar.
Ein minni steinur eins og ballar seg inn undir tann stóra steinin á ovaru síðu á tí partinum, sum horvir frá bygdini. Stóri steinurin er eitt sindur skeivur júst har, sum hin minni steinurin lenar seg at tí størra, og hin minni passar fult og heilt við klænra partinum í innvikið á hinum stóra.
Nakað av grasi og mosa veksur har, ið steinarnir møtast, og hetta ger, at steinarnir síggja út, sum vóru teir ein.
Frá í erva og til har, ið steinarnir eins og renna saman, sæst ein ótýðulig riva, ið minnir um sprungu í sjálvum steininum. Vinstrumegin frá, har steinarnir koma saman, og sum vendir móti bygdini, er eisini størsta øki við hvítum skónum.
Heildarmyndin í 10 metra frástøðu ger, at steinurin kundi mint um eina stóra og breiða kinntonn. Hetta er bert galdandi við útsýni frá brekkuni fyri oman steinin, tá tú samstundis sært fjørðin.
Um tú hyggur at steininum móti bygdini, sær hann trivaligur út. Á tí partinum, ið vendir oman móti fjørðinum, hevur steinurin nakað, ið minnir um eitt úthang á síðuni. Tað kundi tí sæð út, sum hann var eitt sindur hevjaður uppeftir.
Úthangið er júst so stórt, at tað ber til hjá einum seyði at kroka undir tí. Á teirri síðuni, sum horvir móti havinum norðanfyri er úthangið størri. Tað hevjar seg ójavnt, eins og har er eitt trapputrin á fyrsta triðinginum. Uppi undir úthanginum er liturin døkkur, nær um svartur. Har er í veruleikanum hvørki skónir ella annar vøkstur – bert grót og einki annað. Á grasinum niðanvert úthangið liggja nakrir smásteinar, fýra beint undir, har úthangið er hægst og ein á hinum endanum, har úthangið fyrst byrjar at benda seg uppeftir.
Niðanvert úthangið framman fyri ta síðuna av steininum, ið vendir frá bygdini og móti opnum havi, liggur ein lítil steinur. Hann minnir um eina kubu ella býfluguhús, og tað tykist, sum hann stendur upp eftir kanti í grasinum. Har eru sløtt petti av hvítum og grønum skónum á honum.
Síðan á steininum, sum horvir burtur frá bygdini, er rættiliga stór, og ovast líkist hon fjallatindunum í fjarleikanum. Hægsta staðið á síðuni, ið peikar móti brattanum á oynni, minnir um keylu av høgum fjalli. Oman móti sjónum sær tað út eins og lítil grasadalur og onnur nógv minni keyla, eins og lítil dalur, ein long brekka og at enda – ikki nakað fjall – men mest líkt lítlari aldu, eitt heyggjaskapilsi.
Niðan fyri toppin á steininum, ið hevur hetta skapið fer øll síðan niður móti lendinum, og hon er grivin av sprekkum eins og úthang. Úthangið er ikki heilt týðuligt, men fer skrátt oman eftir steinssíðuni, men næstan beint eftir miðjuni.
Endin á úthanginum, ið peikar móti jørðini, sæst týðiliga vegna eitt sindur døkkleittu alduferðina.
Fyri oman strikuna er ein stutt, bein og vatnrøtt sprekka, kanska bert heilt grunn. Oman fyri grunnu sprekkuna hevjar fjall seg ovast á steininum. Úr fjarstøðu sær heildarmyndin út eins og blíður, durvandi hundur, ið hvílir høvur sítt á framlabbunum.
Henda síðan á steininum hevur stór jaður av skónum ella korka – tær hvítu, grágrønu, ið eins og flusna av tí dimma olivinlittu skónunum, sum er fast samantrýst.
Á síðuni móti brekkuni hevur steinurin eisini úthang, men rættiliga lítið, har neyvan hevði verið pláss fyri so mikið sum einari gás at fingið skýli.
Tað hevur beint nú regnað, og tað ger, at har er lítil hylur av vatni við smásteinum undir úthanginum, men steinar liggja eisini kring um lítla hylin. Hetta er ikki tann síðan á steininum, ið horvir móti opna havinum, men heldur breiði parturin, ið vendir niðan brekkuna undir fjallinum.
Droparnir dryppa á steinin, á skónina, meðan vatnið leitar móti støðum, har tað lættliga verður til dropar. Teir koma knappliga eins og burtur úr ongum, gera seg leysar og detta skjótt niður ella verða tiknir av vindinum.
Skónirnar á síðuni, ið vendir frá bygdini, eru nakað løgnar at síggja, og sum samstundis eru oman fyri tann yvirhangandi partin. Her minna skónirnar við litum og bygnaði um mørtil, ið verður tveittur upp á múrin eins og slett við kantum, gera útvik og innvik, ið kunnu minna um fiskaroslu, eins og múrari hevði tveitt mørtulin á veggin við múrskeið.
Eftir markinum, ið horvir móti brekkuni og síðuna, sum vendir móti opna havinum norðanfyri, gongur ein avlong sprekka gjøgnum steinin einar 20 cm oman fyri lendið. Í rivuni vaksa døkkar skónir. Vinkulbeint tvørtur um rivuna fer smøl sprekka, sum endar í smala partinum, men fer ikki longur.
Steinarnir, ið liggja niðanvert úthangandi partinum av steininum, sum horvir móti sjónum, tykjkast at vera lagdir har av mannahond, ið mest líkist steinsettum túni, og sum hava ligið har uttan viðlíkahald í tíggjutals ár, bert fluttir av náttúrunnar mátti. Summir síggja molnaðir ella syndraðir út.
Teir eru 23 í tali. Flestu teirra eru stórir og slættir, men 6 eru smærri og hava óreglulig skap. Hinir síggja út, eins og gjørdir ella viðgjørdir og hava skap sum rektangul ella ferhyrntir sum flísar.
Bert 3 av teimum hava hvítar skónir. Hinir hava smár blettir ella heilt naknir.
Eisini her savnast vatn, har úthangið er eitt sindur ráligt úr neðra, men vatnið hevur bert gjørt jørðina váta uttan at gera hyljar.
Lítandi úr firðinum ber til at síggja, hvussu høgt fjallið við rókum, sum heilt uppi í erva broytist til n fjallatindapart, ið tignarliga reisist oman fyri steinin. Onkustaðni haðani úr erva er steinurin lopin og bóltaður oman fyri mongum árum síðani.
Steinurin liggur soleiðis fyri í ryggjaða lendinum soleiðis, at grasið í vindinum eins og tváar steinin á sama hátt, sum aldurnar skola upp eftir skipssíðu.
Ovari parturin á steininum peikar beint upp, meðan steinmiðjan er bend niður eins og breiður dalshálsur, har hin handara síðan verður hevjað nakað frá hesum sjónarhorni.
Um tú sást mynd av smálutunum á steininum uttan kringliggjandi lendið, kundi ein skjótt fingið kenslu av, at hetta snýr seg um mynd av grannadølum. Hetta vegna tess, at steinurin ikki er nakin. Frá hesari síðuni, serliga á ovara parti, er hann avtakin við einum breiðari slætta av gráligum skónum, spjaddar á hellingini av hesi tilhugsaðu brekku, og tí kundi hetta givið kenslu av, at tað snýr seg um mynd av einum fjarum dali við seyði, ið ligja ymsastaðni í dalsbrekkunum.
Eitt rað av steinum, ið næstan eru fjaldir av grasi horva móti teirri síðuni á steininum, ið vendir móti fjørðinum. Ein steinur liggur móti teirri síðuni, ið vendir móti opna havinum, og sum hevur nógvar hvítar skónir, meðan tann síðan, ið horvir móti bygdini hevur tjúkt lag av fagurt grønum mosa niðri við jørðina. Steinurin líkist pyramidu, sum er løgd í jørðina, haðani bert tað ovasta sæst sum ein hvassur kantur. Allir smásteinarnir, ið sløðast kring um henda steinin, eru neyvan komnir av honum. Teir líkjast als ikki, og steinurin sum stingur upp úr moldini, er alt ov snøggur til, at nakað kann vera brotnað av honum.
Á tí endanum av steininum, sum vendir móti opna havinum norðanfyri, toyggir eitt leiti seg út við lítlum slætta omaná, ið strekkir seg um leið hálvan metur móti miðjuni á steininum. Oman á leitinum er toppurin á hesari síðuni, ið er lægri her, og sum horvir niður móti jørðini tó uttan at røkka allan vegin. Allur hesin parturin minnir um eina fjallalíð. Eftir brekkuni í hesum hallandi dali vaksa bøkkar av ljósagráum mosa, ið eisini hevur ein farra av olivingrønum liti. Mosin veksur antin úr skónabotninum ella kanska hava skónirnar sjálvar vaksið upp í mosan, ið líkist bivhárum, men sum ikki er javnur allastaðni.
Sjálvt við tilvildarligari skoðan uppi á steininum tykist hann rættiliga slættur, men tá hugt verður gjøllari síggjast nakrar ótýðuligar lægdir. Í hesum partinum av steininum er yvitflatan býtt sundur av einari smalari sprekku, ið er omanfyri tað staðið, har einasta síðan horvir móti fjørðinum, og sum øll er avtakin við hvítum skónum ella korka, ið minnir um hvíta máling. Sprekkan er eitt sindur bogað, um leið 40 cm long.
Kanturin av hesum steinspartinum er ovari vaksin við grønum mosa, ikki serliga tjúkkum. Í smálutum minnir mosin um nálirnar á lerkagreinunum um várið. Úr mosanum vaksa í støðum vøkstir út við hettulíknandi sporahúsum, ið hava sporafræ ovast, eins og trøllakampar hava.
Oman á hvítu skónunum síggjast mynstur, ið minna um smáar skálir ella súgkoppar, men eisini um italska pastu.
Summar skónirnar standa fyri seg, aðrar í hópi, ið stundum vaksa út yvir hvørja aðra og gera skipanir av tilfari, ið er trokað saman hvørt um annað.
Kantar á hesum skipanum eru styrktar og hægri enn miðjan, og tí minna tær meira um køkur ella keksir við fyllu, men har fyllan vantar, tó uttan skál.
Hesar skipanirnar hava antin sama lit sum skónir ella eru gullittar og pastalíkar. Viðhvørt eru hesar pastaskipanir oman á tí hvíta í einum lagi fyri seg.
Meðan vøksturin av hvítgrønu skónunum og grøna mosanum fjalir næstan allan steinin, so eru ber støð, har gráu skónirnar vaksa. Kantarnir á hesum støðunum eru ójavnir og rivnir. Hetta eru ikki støð, har skónirnar ikki hava vaksið áður, men heldur er tað hent, at stormar hava skrætt stykki úr.
Fuglanev – ella kløur kunnu eisini hava skrætt petti leys. Har gráu skónirnar eru horvnar á henda hátt, sæst sera tunt lag av mold, ella eisini grógva hvítar korkaskónir. Kortini er steinurin ikki berur her og tí ikki nakin.
Sæddur úr bygdini líkist steinurin mest av øllum einum lærleggi av tí slagnum, ið fólk keypa til hundin at bíta í og spæla við. Endarnir á steininum eru breiðari eins og endarnir á slíkum beinum. Miðjan á steininum í erva er lægri, bogar niður. Sæð úr neðra sær tað út, sum bogin oman á steininum er av grasi, ið veksur har og kundi sæð út, sum steinurin verður snaraður, hóast hann heilt vist ikki er vendur á úr neðra, men røkkur djúpt niður í moldina.
Tann breiðari parturin, ið horvir móti bygdini hevur eina lítla kullu heilt niðri við støðið, har 2 steinar liggja – ein størri, og ein minni. Skapið á kulluni kundi svarað til skapið á steinunum. Tí er tað møguligt, at teir einferð vóru partur av henni. Vinstrumegin, móti havinum liggur tann minni og við síðuna á honum eitt sindur longur uppi ein størri, og á honum heilt ovast er ein fløktur, óregluligur grasbøkkur, ið kanska er ein heilt annar steinur, sum er alloðin av grasi.
Ein eitt sindur ójøvn sprekka á tí stóra steininum peikar móti tí mittasta steininum og hevur eitt hall móti jørðini, ið er um leið 45 stig. Oman fyri hana, um leið 3 cm longur uppi er ein heldur smøl vatnrøtt sprekka, ið byrjar á tí partinum av steinum, sum horvir móti opna havinum og firðinum.
Í hesum partinum toyggja tvær rípur av gráum skónum seg oman av toppinum og móti jørðini, men millum tær er eitt sera ójavnt øki, har gráu skónirnar ikki vaksa, og steinurin er antin nakin ella er tað soleiðis, at omanfyri hina fyrr nevnda smølu sprekkuna eru nøkur smá øki vaksin við hvítum skónum. Hetta gevur kenslu av, at vatn regluliga rennur eftir hesum slætta millumrúmi, og júst tí kundu gráu skónirnar ikki fáa líkindi at vaksa her.
Um leið 40 – 50 cm niðanvert toppin er eitt stórt petti av grønum mosa skrætt av. Tað sær út, sum tað er hálað av steininum, og væl kann hugsast, at enn fleiri petti fara at detta av, tí kantarnir liva í vindinum, av tí at lítið hald er hjá teimum.
Í ovara partinum av smølu sprekkuni, veksur ein lítil bøkkur av snotuligum, grønum mosa. Eftir øllum at døma trívist mosin í sprekkuni, har liturin er moyrt grønur, og mosabøkkir eru sterkir og óávirkaðir.
Eisini á hesum partinum av steininum eru smá øki, har gráar skónir eru skræddar av, men á trimum støðum sæst eisini nakið grót, og aðra staðni er tunt lag av mold ella okkurt svart – man tað vera hýggj?
Tá farið verður nøkur fet frá steininum, og hugt verður at honum og kringliggjandi økinum uttan um og nærliggjandi lendinum frá bygdini, vísir tað seg, at grasið og jørðin við grasi er trýst móti steininum av fjallabrekkuni.
Hetta man vera hent gjøgnum tíðirnar við smærri skriðum ella einari størri. Tað ber eisini til at geva gætur, at allur steinurin hellir eitt sindur oman móti firðinum, og úr einum ávísum sjónarhorni sæst, at niðasti partur á steininum er trýstur inn – og niðaneftir.