Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvat sigur fiskifrøðin nú? og hava tit verið á støð og hugt, hvussu toskurin sær út?

SKRIVAÐ: Osmund Justinussen               |  17.03.2025 - 21:21 Lesarabrøv Vinna

Fyri einum ári síðani á Torradøgum í Klaksvík  var temaið á fundi:  Toskastovnurin er komin á gravarbakkan,  Fiskifrøðin væl mannað, saman við alvitandi Fiskimálaráðharranum  tilmælti, at nakað alvorligt mátti gerast nú beinavegin:  Meira friðingar, TAC niður, fiskidagarnir fækkast, ja, toskur mátti helst ikki fiskast komandi árini.

 

Var sjálvur boðin við á hendan fundin.  Royndi sum frægast at greiða frá, at toskastovnurin var als ikki so illa fyri, sum sagt varð frá, og at væntast kundi, at longu  komandi vár fór at blíva góður fiskiskapur aftur. Hetta metti eg út frá eygleiðingum av veðurfyribrigdum  og havstreymum, sum eg hevði kannað ígjøgnum mong ár, saman við tí vitan, eg sjálvur havi frá egnum royndum.

Og rætt var spátt: Tað hevur ikki verið so nógvur toskur á landgrunninum seinastu 20-30 árini sum júst nú, og er hetta 4-12 ára gamal toskur, sum av fiskifrøðini varð sagdur ikki at vera til.

Ein má stórliga undrandi  spyrja:  Hvat sigur fiskifrøðin nú? og hava tit verið á støð og hugt,  hvussu toskurin sær út?

 

Tórshavn, 17.mars 2025

Osmund Justinussen         

 

    

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…